Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í skúlaárinum 2020/21 er samlaða talið á næmingum í fólkaskúlanum 6781, sum ganga í 41 fólkaskúlum kring landið umframt trimum frískúlum, har tað ganga 195 næmingar. Næmingatalið í fólkaskúlunum er frá einum næmingi í minsta skúlanum skúlanum, til 751 næmingar í størsta skúlanum, ið er Skúlin á Fløtum.

Fólkaskúlalandslagið er broytt, so at tað eru færri fólkaskúlar, talið av smærru bygdaskúlunum er minkað, og tað eru tveir skúlar, ið eru nakað størri enn aðrir.

Ein orsøk til hesa broyting er minkingin í barnatalinum í útjaðaranum, soleiðis at tað ikki eru børn í skúlaaldri eftir í bygdini, ella at kommunan ella foreldrini hava valt at skriva børnini inn í ein størri skúla. Seinastu 10 árini eru skúlar við umleið 50 næmingum og færri fækkaðir. Í 2010 vóru tað 29 fólkaskúlar við um 50 næmingum ella færri, meðan hesir skúlar í dag eru 18 í tali.

Ein annar partur í minkingini í talinum av fólkaskúlum eru samanlegging av skúlum. Í sambandi við samanleggingina til Eysturkommunu vóru skúlarnir í Gøtu og Leirvík í 2013 lagdir saman í Skúlan í Eysturkommunu, og í 2015 vóru skúlarnir í Klaksvík lagdir saman í skúlan Á Skúlatrøð, og Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í Havn samanlagdir í Skúlan á Fløtum, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo