Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Týskvøldið kl.19.30 verður kunningartiltak um Serbreytina og mikukvøldið kl.19 verður kunningartiltak um hinar breytirnar, sum skúlin bjóðar: búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og FHS.

Á kunningartiltøkunum kunnu komandi næmingar og foreldur ella avvarðandi koma inn á skúlan til framløgur og einstaklingasamrøður um teir spurningar, sum kunnu stinga seg upp, tá næmingar skulu velja m.a. breyt og vallærugreinir.

Á skránni týskvøldið er framløga um serbreytina, og høvi verður at síggja umstøðurnar og tosa við lærararnar á breytini.

Á skránni mikukvøldið er framløga um útbúgvingarnar, stuttfilmar, sum næmingar hava gjørt, og næmingar, sum hava valt tónleik, spæla og syngja nøkur løg. Lestrarvegleiðarar skúlans eru tøkir til persónliga vegleiðing, høvi verður at síggja hølir og umstøður annars, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum.

Almennu tilmælini verða hildin, og neyðugt er at innskriva seg til tiltakið mikukvøldið.

Innskriving fer fram her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo