Á hugnaligari samkomu í Vinnuháskúlanum á grækarismessu fingu 18 nýggir maskinistar prógv handað.
Teir sum fingu prógv eru: Marni Eyðolvsson Joensen, Tummas Hávard Guttesen, Birni Dahl Ljósstein, Danjal Sørensen, Hjørtur Ellingsgaard Rasmussen, Jóan Petur Johansen, Jógvan Atli Johansen, Jóhan Magnus Johannessen, Dánial Mikal Kjærbo, Eyðun Egholm, Heri Eli Olsen, Eyðun Holm, Jákup Drayton, Jákup Egholm, Jóhan Kallsoy, Martin Højgaard, Snorri Petersen og Kristian Johannesen
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Jóhan Magnus Johannessen fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.
Jóhan Kallsoy fekk ein kikara frá P/FTrygd.
Birni Dahl Ljósstein fekk eitt lummaur frá Áhugafelagnum Antares
- Eg blívi ikki troyttur av at minna á, at okkum tørvar handligar útbúgvingar, segði Heðin Mortensen millum annað í røðu, tá ið 18 mans í dag fingu handað prógv sum maskinistar á Vinnuháskúlanum.
Slået op af Tórshavnar kommuna i Fredag den 12. marts 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo