NÁM: Beint fyri jól var kt-didaktiskt visiónseminar hildið á Hotel Føroyum fyri 100 lærarum.
Endamálið var at geva undirvísarum úr øllum skúlaverkinum høvi at seta orð á royndir, avbjóðingar og møguleikar við kt í egnari undirvísing. Aftrat hesum málið var eisini umráðandi, at visiónir innan hetta økið vórðu orðaðar og tiknar við í eina frágreiðing.
Frágreiðingin, sum nú er liðug, byggir á tekst, sum ein ritstjórnarbólkur hevur sett saman úr tí tilfari, sum tá kom fram.
Nøkur høvuðsevni eru vald burturúr og innan hesar karmar eru tilmæli gjørd.
Í frágreiðingini verða visiónsorðingarnar frá arbeiðsbólkunum og tilmælini frá ritstjórnarbólkinum, innan tey úrvaldu evnini, løgd fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo