Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Fyrr í ár skipaði Íverksetarahúsið í samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðnum fyri árligu Skúla FM kappingini, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Vinnarin av Skúla FM 2021 í íverksetan gjørdist DUEL – North Atlantic Skincare, ið hevði framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum. Stovnarnir av bólkinum DUEL eru; Durita Jónsdóttir & Elin Eyðunsdóttir, frá Nám X.

Danmarksmeistaraskap
Sum vinnarar av SkúlaFM fekk DUEL samstundis møguleika at kappast um Danmarksmeistaraheitið. Tað er í kappingini Next Level, sum Fonden for Entreprenørskab skipar fyri, har kappast verður við skúlanæmingar runt um í Danmark og úr Grønlandi.

Kappingin skuldi upprunaliga vera í Kolding, men vegna koronasmittuna verður kappingin í ár hildin á netinum, og koma næmingarnir í DUEL at hava sína framløgu í Íverksetarahúsinum, haðani framløgan verður stroymd.

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið, tá tað kemur til burðardygd.

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður hósdagin 15. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo