Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Honnu Jensen í starvið sum rektari í Miðnám á Kambsdali.
Hanna Jensen er 47 ára gomul og hevur lisið franskt á Universitetinum í Keypmannahavn og føroyskt á Fróðskaparsetrinum.
Eisini er hon væl áleiðis við eini MA í vegleiðing, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið.
Hanna Jensen hevur drúgvar royndir bæði sum undirvísari og vegleiðari innan miðnámsøkið. Eisini hevur hon royndir sum franskur konsul í Føroyum. Hanna Jensen hevur verið virkin í politikki í nógv ár sum løgtingskvinna og landsstýriskvinna umframt sum býráðslimur í Eysturkommunu.
Hanna Jensen byrjar í starvinum 1. mars 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo