Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stakkavík kom aftur í morgun, og tveir triðingar av veiðuni var stórur bankatoskur, skrivar KVF

Hollywood-stjørnan George Clooney er ein stórur stuðul hjá demokratunum. Nú biður hann eisini Joe Biden taka seg úr forsetavalstríðnum

- Mikukvøldið 10. juli klokkan 19 verður byrjað at grava frá niðara parti av Dalavegnum og tvørturum sunnaru koyribreyt á Jóannesar Paturssonar gøtu

Joe Biden sigur, at hann hevur avgjørt at stilla upp. Nancy Pelosi biður hann um at taka eina avgerð, og undirstrikar, at tíðin gongur undan

Amerikanskir ​​granskarar kannaðu tampongir, sum vóru keyptar í ES, Bretlandi og USA. Teir funnu eitrandi metallir sum blý og kadmium í teimum øllum

Úrslit frá spurnakanning um arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnað hjá arbeiðstakarum í Føroyum er nú komin

Hóast NATO aðalskrivarin, ikki sær nakra nærverandi hernaðarliga hóttan móti limalondunum í NATO, so merkir hetta ikki, at Russland situr fram á árarnar

Nes kommuna lýsir hervið tvey grundøki til sølu til íbúðarbygging. Grundøkini, sum eru við Høganesvegin á Toftum, eru ávikavist eru ávikavist 2.316 m2 og 5.625 m2

R. C. Effersøes gøta verður stongd frá Gundadalsvegnum til Tjaldursvegin frá í kvøld klokkan 18.30 til í morgin árini klokkan 6 í sambandi við grevstri fyri SEV og kloakkrørum

- Mánadagin, 8. juli, komu boðini um, at Jógvan Sundstein, Føroya løgmaður 1989-91, og formaður Fólkafloksins 1980-93, var sløknaður 91 ára gamal

Hákun Nón og Rani Ákason hava í morgun vunnið 2-1 (21-19, 18-21, 15-11) á einum liði úr Armenia

Nú fer allur bjargafuglur at fáa somu vernd fyri órógv frá ferðslu á sjónum kring oyggjarnar

Klokkan 10.24 fekk Løgreglan fráboðan um at eldur var í einum bili á Skála, og nú klokkan gott 11 hevði sløkkiliðið sløkt eldin, sambært vakthavandi hjá Løgregluni

Heinsmeistarin Argentina tryggjaði sær pláss í Copa America-finaluni við málum sum Julian Alvarez og Lionel Messi skoraðu móti Kanada í semifinaluni í New Jersey

- 26 ára gamal maður er undir illgruna fyri trífalt morð

Fólkatalið seinasta árið vaks mest í Tórshavnar, Klaksvíkar, Nes, Runavíkar og Eysturkommunu. Sum nakað nýtt er Skopunar kommuna á sætta plássi

Fólkatalið vaks við 323 persónum seinasta árið, og 1. juni búðu 54.687 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,9%

MINNISINNSLAG í KVF: Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður Føroya, andaðist í heiminum í Holbæk í Danmark mánadagin. Hann gjørdist 91 ára gamal

Tað er virksemið hjá dóttirfeløgum sum tyngir raksturin, vísir seinasti roknskapurin

Jens Stoltenberg hevur fingið The Presidential Medal of Freedom frá amerikanska forsetanum Joe Biden

- Av fundinum sum Landstýrismaðurin hevði í Svínoy í sambandi við at nýtt skip verður projeterað, gjørdi eg hesa frágreiðing

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D Strøm, ynskir á síni Instagram konto Tórsfest ein góðan dinosaurafestival

Spania vann dystin í kvøld móti Fraklandi og er víðari til EM-finalu

U18 landsliðini hjá gentum og dreingjum í sandflogbólti luttaka í evropameistarakapping í Georgia

 

Ukraina hevur lýst landasorg eftir stóra russiska álopið á Kyiv og fýra aðrar býir mánadagin, har eitt barnasjúkrahús í høvuðsstaðnum varð rakt av eini russiskari rakett

Allan Smedemark, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til Baltic Cup 2024, sum verður í Estlandi frá 17. til 24. august

Miðskeiðis í mars byrjaði snúsvirkið hjá Swedish Match í Göteborg so smátt at fáa trupulleikar og nú er einki snús at fáa í til dømis Noreg

Lestrarskrivstovan hevur í dag boðið 298 umsøkjarum lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya komandi lestrarár, og við vetrarupptøkuni er samlaða talið tí 323 lestrarpláss fyri árið 2024

Henda myndin sást á Føroyar Live fyrrapartin av Eiði og spurdu vit Veðurstovuna hvussu hesi skýggini kallast

- Dalavegurin er stongdur frá Doktara Jakobsens gøtu niðan til Jóannesar Paturssonar gøtu frá týsmorgninum 9. juli klokkan 8.30 til hósmorgunin 11. juli klokkan 8

- Dugnaligu songkvinnurnar framføra á landsins størsta tónleikatiltaki

- Fyri at tryggja betri arbeiðsumstøður og trivnað á eldraøkinum, verður neyðugt at hyggja uppá arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum

Fregnartænastan í Ukraina sigur í dag, at hon hevur "óreingilig" prógv fyri, at Russland stóð aftanfyri álopið mánadagin á eitt barnasjúkrahús í Kyiv

- Tað var ikki ætlanin at spotta Cristiano Ronaldo, skrivar BBC, sambært The Daily Telegraph

Ikki síðani 1960 er ein heitari juni mátaður enn í ár, upplýsa griksku veðurmyndugleikarnir

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur ógildað avgerðina hjá Unu Joensen, rektara á Glasi, at siga útbúgvingarstjóran, Elsu Maria Holm Olsen, úr starvi, skrivar KVF

Landsstýrið tók 1. juli eitt lán á 900 mió. kr. Lánið er eitt 15 ára lán og rentan er 3,624%

- Tilmeldingarfreistin at læra at vera ordiliga sjálvbjargin nærkast

USA fer saman við sínum sameindu at kunngera tiltøk til tess at styrkja loftverjuna hjá Ukraina, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden

- Ímeðan vit bíða kann landsumsitingin leita á Facebook eftir hvørji starvsfólk fyrst skulu sparast burtur, tá landskassin manglar pengar

Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, andaðist í heiminum í Holbæk í Danmark í dag. Hann gjørdist 91 ára gamal

- Teir seks føroysku skjúttarnir komu sunnukvøldið heim við tveimum gullheiðursmerkjum, einum silvurheiðursmerki og einum bronsuheiðursmerki í viðførinum

- Sunnudagin á eystanstevnuni fingu vit í Tjaldri vitjan av 10 a-landsliðsleikarum. Hesir vandu okkara ungu leikara

Áðrenn fyrstu venjingina hjá kvinnulandslðnum, sum nú fyrireikar seg til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Andorra, fekk FSF Varpið orðið á Rebekku Fjallsá Benbakoura

Aksel V. Johannesen løgmaður hevur í dag, vegna Føroya fólk og landsstýrið, sent nývalda bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, lukkuynski

54,3 prosent av íslendska fólkinum vil hava landið upp í ES, vísir ein veljarakanning, sum Maskína hevur gjørt í døgunum 12. til 20. juni

Talgildu Føroyar eru í eini tilgongd saman við Løgmálaráðnum og Umhvørvisstovuni, har møguleikarnir fyri at gera eitt talgilt valkort, skulu kannast. Men valkortið verður ikki klárt til í heyst, sigur Nicolai Mohr Balle við KVF

- Eftir fleiri fyrispurningar frá fólki sum ikki vóru heima tá “Sig okkurt skek” gekk fyri fullm húsum í vár, er gjørt av at hava tvær eykasýningar afturat

Seks persónar fingu skaða undir fyrstu tarvarenningini á San-Fermin festivalinum í spanska býnum Pamploma. Festivalurin byrjaði leygardagin og endar sunnudagin 14. juli

Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga trý prosent í mai 2024 samanborið við sama mánað árið fyri