Ukraina hevur lýst landasorg eftir stóra russiska álopið á Kyiv og fýra aðrar býir mánadagin, har eitt barnasjúkrahús í høvuðsstaðnum varð rakt av eini russiskari rakett.
Tvey fólk lótu lív og fleiri fingu skaða av álopinum á barnasjúkrahúsið. Hetta hóast sjúkrahúsið beint áðrenn var evakuerað, skrivar norska TV 2.
Eitt av ofrunum var ungi læknin Svitlana Lukyanchuk (30 ár), skrivaði borgarstjórin í Lviv, Andrij Sadovyi, á Telegram seinnapartin mánadagin.
- Svitlana er fødd í Lviv. Gentan var foreldraleys, og tí tók mostir hennara sær av uppalingini, skrivar Sadovyi.
Fleiri miðlar hava skrivað um talið av deyðum, eitt nú Sky News.
Lukyanchuk verður jarðað á Holoski kirkjugarðinum í Lviv, har foreldrini eisini liggja grivin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo