USA fer saman við sínum sameindu at kunngera tiltøk til tess at styrkja loftverjuna hjá Ukraina, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, dagin fyri NATO-toppfundin í Washington.
Sambært tíðindastovuni Reuters sigur hann eisini, at álopið, sum mánadagin rakti eitt barnasjúkrahús í Kyiv, er ein áminning um harðskapin hjá Russlandi.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskiy, hevur fleiri ferðir biðið um at fáa størri stuðul, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo