- Fiskimaðurin veit, at tað eru góðir dagar, og tað eru ringir dagar. Hesin túrurin var miðal, sigur Andru Poulsen, skipari á Stakkavík, við KVF.
Hann kom aftur í morgun, eftir at hava verið tveir dagar á Bankanum við línu.
Knappliga tveir triðingar av veiðuni, sum var 7.000 pund, var stórur bankatoskur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo