Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fróðskaparsetrið: 9420 arbeiðstakarar í Føroyum hava svarað stóru kanningini, Arbeiðið og tú, sum Granskingarráðið, Vellivforeningen, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvið hava fíggjað. Kanningin skuldi lýsa, hvat arbeiðstakarar halda um sítt arbeiðsumhvørvi, sína heilsu og sín trivnað á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Í nýggjari frágreiðing um kanningina verða føroysku úrslitini samanborin við tilsvarandi úrslit frá danska arbeiðsmarknaðinum.

Sum liður í sínari post doc hevur Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, og Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, gjørt hesa frágreiðingina í samstarvi við Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø.

Yvirskipað meta føroyskir arbeiðstakarar seg sum heild at hava verri heilsu enn teir donsku, og tey yngru siga seg hava verri heilsu enn tey eldru. Eisini er útbreiðslan av ringum atburði sum harðskapi, hóttanum, happing og mismuni størri í Føroyum enn í Danmark, og úrslitini benda á, at kvinnur eru oftari fyri ringum atburði enn menn á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Yngri arbeiðstakarar uppliva oftari ringan atburð á arbeiðsplássum enn tey eldru.

Arbeiðstakarar við handaligum arbeiði meta seg í størri mun enn aðrir starvsbólkar at hava vánalig trygdarviðurskifti á arbeiðsplássinum. Munandi fleiri í hesum starvsbólki enn í øðrum bólkum hava verið fyri minst einum arbeiðsóhappi. Ótroyttir møguleikar eru fyri at betra um viðurskiftini hjá hesum starvsfólkunum fyri at tryggja, at arbeiðsumhvørvið bøtist og at byrgt verður fyri arbeiðsóhappum.

Lesið frágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo