Hollywood-stjørnan George Clooney er ein stórur stuðul hjá demokratunum. Nú biður hann eisini Joe Biden taka seg úr forsetavalstríðnum.
- Eg trúgvi á hansara karakter, á hansara moral. Seinastu fýra árini hevur hann vunnið nógvar av bardøgunum, sum hava verið fyri honum, skrivar Clooney í klummu í The New York Times, áðrenn hann leggur upp til, at Biden er vorðin ov gamal:
- Men tann eini bardagin, hann ikki kann vinna, er bardagin móti tíðini. Eingin av okkum kann, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo