54,3 prosent av íslendska fólkinum vil hava landið upp í ES, vísir ein veljarakanning, sum Maskína hevur gjørt í døgunum 12. til 20. juni.
Ein stórur meiriluti á 74,2 prosent av teimum spurdu í íslendsku meiningarkanningini halda, at tað er umráðandi, at fólkaatkvøða verður um fleiri samráðingar um upptøku í ES, tá landið næst hevur val til løgtingið, skrivar íslendski miðilin Visir, sum Sermitsiaq hevur endurgivið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo