Bogaskjótisamband Føroya, BSKF: Kappingin um norðurlendska ungdómsmeistaraskapin í bogaskjóting, NUM 2024, endaði í Odense sunnudagin, og sjálvt um ikki øll vunnu heiðursmerki, og einstøku dagarnir eisini høvdu verið eitt sindur misjavnir, so eru allir teir seks føroysku skjúttarnir, sum vóru við, samanumtikið væl nøgdir við avrikini.
Ongin bjóðaði 15 ára gamla Hannisi á Plógv úr Sandavági av í einstaklingabólkinum dreingir recurve U21 Open, so hann vann gull í tí bólkinum. Tað var eisini einasta heiðursmerkið til Føroyar í einstaklingakappingunum leygardagin og fríggjakvøldið, hóast innleiðandi kappingarnar fríggjadagin høvdu boðað frá góðum.
Góð innleiðandi kapping
Í innleiðandi kappingini – kvalifikasjónskappingini – gekk tað nevniliga heilt væl hjá føroysku skjúttunum. Báðir compoundskjúttarnir, 16 ára gamli Dávid Højgaard úr Rituvíkog 13 ára gamli Narvi Jensen av Nesi, raktu betur, enn teir frammanundan høvdu sett sær fyri. Dávid bleiv nummar 6 av 11 í bólkinum dreingir compound U18 eftir at hava verið nummar 3 eftir fyrra umfarið, og Narvi bleiv nummar 3 av 13 í bólkinum dreingir compound U16.
14 ára gamla Lea Karina Haraldsen úr Sandavági kappaðist í bólkinum gentur recurve U16. Tað var ein av teimum størstu bólkunum – 18 skjúttar – men kortini megnaði Lea Karina at blíva nummar 9 í innleiðandi kappingini, og tað var sera tætt millum skjúttarnar frá henni og upp til nummar 1 – Lea Karina fekk 516 stig, sum er hennara persónliga met við 72 pílum úr 40 metrum, og nummar 1 í innleiðandi kappingini fekk 565 stig.
Eisini 16 ára gamla Marianna Reynskor úr Sørvági vísti gott handalag og eygamál í innleiðandi kappingini í sínum bólki, recurve U21 Open. Serliga væl rakti hon við teimum fyrstu 36 pílunum í fyrra umfari, tá hon fekk 252 stig og tók leiðsluna í bólkinum. Í øðrum umfari var hon tó ikki eins neyv og endaði sum nummar 4 í innleiðandi kappingini.
14 ára gamla Lilja Strøm Winther úr Vági var einasti føroyski berbogaskjúttin (barebow) í kappingini. Hon kappaðist í bólkinum gentur barebow U16. Tað er ikki lætt at fáa ítøkiliga barebow-venjing í Føroyum, og tað er serliga í Team SuðurSkot í Suðuroy, at tey skjóta í hesum bogaflokkinum, meðan recurve- og compoundbogin eru ráðandi í feløgunum norðanfjørðs. Men tá Lilja í vár sýndi áhuga fyri NUM, var Michael Feldballe úr skjótifelafgnum Tambar í Havn skjótur at bjóða seg fram at venja hana, og síðan hevur hon trúliga ferðast til Havnar hvønn leygardag at venja. Samstarvið við Michael hevur ment Lilju heilt nógv sum berbogaskjútta, og hon var eisini nøgd við innleiðandi kappingina, tó at hon endaði aftarlaga í røðini.
Marianna í shoot-off
Tað var um eitt hár gjørt, at Marianna vann Føroyum eitt einstaklingaheiðursmerki afturat gullheiðursmerkinum hjá Hannisi.
Eftir at hava vunnið fjórðingsfinaluna trygt í sínum bólki, kvinnur recurve U21 Open, tapti hon í semifinaluni ímóti íslendsku Hallu Sol Thorbjörnsdóttir, sum síðan eisini vann finaluna og gullið.
Marianna skuldi síðan í kapping við íslendsku Annu Gudrun Yu Thorbergsdóttir um bronsuheiðursmerkið, og tað bleiv av sonnum ein spennandi hólmgonga.
Marianna vann tvey tey fyrstu umførini sannførandi, men helst kom ekki á hana, tá hon varnaðist, at møguleikin fyri at vinna heiðursmerki nú var eyðsýndur. Hon tapti í hvussu er tey næstu tvey umførini, áðrenn hon vant seg upp aftur og fekk javnleik 23 – 23 í seinasta umfarinum. Tað merkti, at øll duellin eisini var endað javnt 5 – 5 og skuldi avgerast við shoot-off. Her rakti Marianna tíverri 7’aran, meðan íslendska mótstøðukvinnan rakti 9’aran og fór avstað við bronsuni.
Marianna iðraði seg sjálvandi um at missa bronsuheiðursmerkið á stokkinum, men samanumtikið gekst tað henni væl betur í einstaklingakappingini, enn hon sjálv frammanundan hevði væntað.
Spennandi duell
Hjá Leu Karinu kom tað heldur óvart á, at finaluskjótingarnar í recurve byrjaðu longu fríggjakvøldið beint eftir innleiðandi kappingina, tí í hinum bogaflokkunum vóru allar finalurnar leygardagin.
Lea Karina hevði gingið við karmi stóran part av fríggjadegnum og var køld og ikki serliga væl uppløgd til finaluhólmgongur longu sama kvøld, har byrjað var við 1/8-finalum í hennara bólki, gentur recurve U16.
Men tað bleiv ein spennandi duell ímóti donsku Kamille Dahlenborg. Lea Karina tapti tvey tey fyrstu umførini, men fall ikki í fátt, spílaði seg út og vann tvey tey næstu umførini, so tað stóð á jøvnum 4 – 4 áðrenn seinasta umfarið. Tá fóru tíverri nakrir pílar skeivir hjá henni, so hon tapti 1/8-finaluna 4 – 6.
Raktu betur dagin fyri
Dávid og Narvi vóru ikki fult so beinraknir í einstaklingafinalunum sum í innleiðandi kappingini.
Triðjaplássið í innleiðandi kappingini tryggjaði Narva beinleiðis pláss í fjórðingsfinaluni. Her var mótstøðumaðurin norski Håvard Ringen Synnes, sum var blivin nummar 6 í innleiðandi kappingini, beint aftan fyri Narva. Í fjórðingsfinaluni var norðmaðurin tó við yvirlutan. Hann vann trý tey fyrstu umførini, og hóast Narvi menti seg og var betri í teimum báðum seinastu umførunum, rakk tað ikki nóg langt samanlagt – Håvard Ringen Synnes vann dystin 123 – 118.
Dávid vann sína 1/8-finalu uttan dyst, tí mótstøðumaðurin møtti ikki upp til dystin, men í fjórðingsfinaluni ímóti danska Theo Shoeneburg eydnaðist tað ikki rættiliga hjá Dávidi at halda fast í góðu gongdini frá innleiðandi kappingini. Eins og Narvi fekk hann eina vánaliga byrjan og menti seg í teimum seinastu umførunum, men tapti tó samanlagt 112 – 134.
Hóast teir báðir iðraðu seg eina løtu um úrslitini í einstaklingakappingini, vóru bæði Narvi og Dávid nøgdir, tá avtornaði. Tí sæð yvir alla kappingina høvdu teir skotið betur, enn teir sjálvir frammanundan høvdu væntað og sett sær mál eftir.
Lilja lyfti seg fleiri stig
Hjá Lilju bleiv danska Naiya Tut Jepsen ein ov stórur gloypibiti 1/8-finaluni hjá gentum barebow U16. Lilja tapti 0 – 3, men við útgangsstøðinum í huga hevði Lilja eina góða eistaklingakapping, har hon serliga í innleiðandi kappingini fríggjadagin fekk víst, at hon hevur ment seg sum skjútti, og eisini hevur fingið styrkt sjálvsálitið.
Trý heiðursmerki í liðkapping
Føroysku skjúttarnir í NUM 2024 vóru fámentir samanborið við hinar norðurlendsku tjóðirnar og harafturat spjaddir yvir tríggjar bogaflokkar, so tí bar ikki til hjá teimum sjálvum at manna nakað lið til liðkappingarnar sunnudagin. Í staðin fingu allir teir føroysku skjúttarnir pláss á hvør sínum samansettum, norðurlendskum liði – sonevnd Nordic-lið.
Talan var um blandað lið – tað er uttan kynsbýti – og frammanundan var greitt, at bæði Hannis á Plógv og Marianna Reynskor fóru at vinna heiðursmerki í bólkinum recurve U21 Open, tí bara trý lið vóru í hesum bólkinum – eitt fullmannað íslendskt lið og tvey samansett Nordic-lið við tveimum skjúttum í hvørjum.
Gull og bronsa
Av tí at tey bæði vóru á hvør sínum Nordic-liði, var tað eisini greitt frammanundan, at tað í minsta lagi mátti enda við einum føroyskum silvurheiðursmerki. Tá avtornaði, bleiv úrsliti tó uppaftur betur enn tað, nevniliga gullheiðursmerki til Hannis og danska liðfelagan Emilie Brun og bronsuheiðursmerki til Mariannu og hennara liðfelaga, sum var norska Rebekka Bergundhaugen Bakkemo.
Styrkismetingin í bólkinum gjørdi, at íslendska liðið slapp beinleiðis í finaluna, men tey bæði Nordic-liðini skuldu skjóta hálvfinalu. Kanska hevði tað tænt spenninginum, um tey møttust í finaluni heldur, tí sjálvt um liðið hjá Hannisi vann hálvfinaluna, so fekk tað góða mótstøðu frá liðnum hjá Mariannu. Hálvfinalan endaði sostatt 6 – 2, til Hannis og liðfelagan, sum hinvegin smurdu íslendska mótstøðuliðið av 6 – 0 í finaluni.
Dávid vann silvur
Dávid syrgdi fyri, at Føroyar eisini vunnu eitt silvurheiðursmerki í Odense. Í hansara bólki í liðkappingini, compound U18, vóru ikki færri enn trý Nordic-lið umframt eitt danskt og eitt norskt lið.
Dávid var á liði saman við íslendsku Thordis Unnur Bjarkadóttir og danska Sebastian Flummer. Liðið var styrkismett sum nummar 2 í bólkinum, og slapp tí beinleiðis í hálvfinaluna, har tað skuldi skjóta ímóti einum av hinum Nordic-liðunum. Tað var ein javnur og spennandi dystur, har liðið hjá Dávidi tó hevði munin og vann 198 – 190.
Finalan var ímóti danska liðnum, ið var styrkismett nummar 1, og tað bleiv eisini ein sera spennandi hólmgonga, sum danska liðið tó vann 213 – 201.
Nasjonalir fyrimunir
Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eitt sterkt og kappingarført lið burtur úr skjúttum, ið frammanundan ikki kenna hvønn annan, og sum harafturat eru úr ymiskum londum. Serliga í teimum størru bólkunum vóru tey flestu liðini nevniliga samanspæld, nasjonal lið, og tað var sjálvandi til fyrimuns fyri tey samanborið við tey samansettu Nordic-liðini.
Bæði Lilja í bólkinum barebow U16 og Lea Karina í bólkinum recurve U16 vóru á samansettum liðum í sovorðnum stórum bólkum við nógvum nasjonlaum mótstøðuliðum.
Vansin við ikki at vera samansjóðað er eitt; eitt annað er, at í bogaskjóting eins og í flest øllum øðrum ítróttargreinum møta tey á pappírinum veikastu liðini teimum sterkastu liðunum í finaluskjótingini.
Eisini í so máta eru tey samansettu liðini í mótvindi – í hvussu er tey, sum ikki eru fullmannað. Á liðnum hjá Lilju vóru tey bara tvey – hon og Eskil Ingebrigtsen úr Danmark – og tá liðini vórðu styrkismett við at telja úrslitini frá innleiðandi einstaklingakappingini saman hjá skjúttunum á hvørjum liði, var eyðsæð, at teirra Nordic-lið við bara tveimum skjúttum bleiv styrkismett lágt afturímóti liðum við trimum skjúttum, og tískil skuldi møta einum sterkum liði. Í fjórðingsfinaluni, sum liðkappingin í hesum bólkinum byrjaði við, var mótstøðuliðið eitt svenskt lið, sum var styrkismett ovast, og tað vann eisini trygt 6 – 0.
Lea Karina í shoot-off
Liðið hjá Leu Karinu var fullmannað – afturat henni vóru Hedda Maria Tangen Bråthe úr Noregi og Kauppi Niila úr Finnlandi á liðnum – men teirra bólkur, recurve U16, var hinvegin tann størsti av øllum og taldi nógv sterk nasjonal lið.
Kortini stóð Nordic-liðið hjá Leu Karinu onki aftan fyri svenska mótstøðuliðið í 1/8-finaluni, sum liðkappingin byrjaði við í hesum bólkinum. Regluligi dysturin endaði nevniliga javnur og mátti avgerast við shoot-off, har hvørt liðið skuldi skjóta tríggjar pílar – ein í part til hvønn skjútta. Lea Karina rakti 9’aran, men hini bæði á liðnum raktu tíverri hvør sín 7’ara. Tí rakk tað ikki móti svenska liðnum, har ein skjútti rakti 10’aran og hinir báðir eisini vóru neyvir.
Narvi nær við bronsuna
Bólkurin hjá Narva, compound U16, var eisini hampuliga stórur við seks nasjonalum liðum og tveimum samansettum Nordic-liðum. Hini bæði á liðnum hjá Narva vóru svenska Emilia Malmborg og danski William Askjær Sørensen. Tey vunnu fjórðingsfinaluna ímóti einum ísendskum liði greitt 204 – 176, men taptu hálvfinaluna 183 – 205 ímóti danska liðnum, sum hevði hægstu styrkismetingina í bólkinum.
Møguleikin fyri at vinna bronsu var tó enn livandi, og tað bleiv eisini ein spennandi og rættiliga jøvn bronsufinala, har liðið hjá Narva tó mátti lúta fyri norska mótstøðuliðnum, sum vann 198 – 190.
Góður túrur
NUM 2024 er av, summi høvdu heiðursmerki við sær heim, summi ikki, men allir teir seks føroysku skjúttarnir eru samanumtikið væl nøgdir við avrikini. Skjúttarnir, liðleiðarin Elisabeth Haraldsen, venjararnir Eggaba Andreasen og Jógvan Niclasen og tey avvarðandi, sum vóru við á ferðini, eru eisini á einum máli um, at allur túrurin, hóast torugang og glopraregn í Odense, hevur framúr góður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo