Hóast Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, ikki sær nakra nærverandi hernaðarliga hóttan móti limalondunum í NATO, so merkir hetta ikki, at Russland situr fram á árarnar.
- Vit hava seinastu mánaðirnar sæð eitt mynstur av øktum russiskum fíggindaskapi mótvegis NATO-sameindu, sigur hann á tíðindafundi áðrenn toppfundurin í Washington í dag byrjar.
Fíggindaligar gerðir hjá Russlandi eru alt frá misinformasjón til sabotasju, sigur hann sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo