Tórshavnar kommuna: R. C. Effersøes gøta verður stongd frá Gundadalsvegnum til Tjaldursvegin frá í kvøld klokkan 18.30 til í morgin árini klokkan 6 í sambandi við grevstri fyri SEV og kloakkrørum.
Bussleiðin verður umløgd, meðan arbeiðið fer fram: leið 1, 3 og 5 koyra eftir Norðara Ringvegi, Áargeil, Gundadalsvegnum, R.C. Effersøes gøtu og víðari eftir ferðaætlanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo