Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, andaðist í heiminum í Holbæk í Danmark í dag.
Hann gjørdist 91 ára gamal.
Jógvan Sundstein (25. mai 1933 í Tórshavn) var løgmaður í Føroyum 1989 - 91.
Hann var valdur inn á Føroya Løgting fyri Fólkaflokkin fyri fyrstu ferð í 1979.
Hann var løgtingsformaður 1980 til 1984 og frá 1988 til 1989.
Í tíðarskeiðnum 1991 til 1993 var hann fíggjarmálaráðharri, í sama tíðarskeiði var hann eisini varaløgmaður.
Jógvan var formaður fyri Fólkaflokkin frá 1980 til 1993.
Hann flutti til Danmarkar at búgva í 2003.
Jógvan var útbúgvin og góðkendur sum løggildur (statsautoriseraður) grannskoðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo