Grøni Háskúlin á Sandi: Heystskeiðið á Grøna Háskúlanum á Sandi er 16 vikur fyri ung millum 17 og 25 ár. Tá ið næmingarnir hava gingið á skeiðnum, duga teir at velta, fletta, handfara vápn, koyra ballur, kava eftir øðum, gera ordiligan mat og snøgt sagt at klára seg sjálvar. Skeiðið byrjar 19. august, og freistin at tekna seg er 18. juli. Tað kostar 1.500 kr um vikuna at ganga á Grøna Háskúlanum, og tá eru kostur og gisting íroknað.
Lær at skjóta, fletta og grilla
Vit leggja okkum eftir virknari læring. Næmingarnir skulu tí við í velturnar, í bjørgini, á flot, í kajakkina og at fletta.
Vit hava sum mál, at næmingarnir upp á 16 vikur gerast sjálvbjargnir á ein burðardyggan hátt. Hetta er ein framúr møguleiki til at ogna sær nýggja vitan og førleikar í tryggum kørmum og í góðum felagsskapi á vøkru Sandoynni.
Tær 16 vikurnar eru deildar í verkætlanir eftir árstíðini og snúgva seg um grønmeti, tara, fisk, havhest, seyð, haru o.a. Harafturat verður høvi at taka skeið í kaving, traktorkoyring og at læra at handfara skotvápn, so at man kann fáa vápnaloyvi.
Tilmeldingarfreistin er 18. juli klokkan 16
Melda til á telefon +298 267345 ella á skeid@gronihaskulin.fo.
Hitt okkum eisini á heimasíðu okkara, www.gronihaskulin.fo, á Instagram, www.instagram.com/groni.haskulin, og á Facebook, www.facebook.com/groni.haskulin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo