Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Norðlýsinum lesi eg: 1. mai er fundur har leiðarin á Skálagarði fær tvinnar kostir í at velja. Antin ger hon fráfaringaravtalu ella verður hon uppsøgd. Leiðarin sigur nei til at gera fráfaringaravtalu.

So átti sjálvandi eitt ætlanarskriv (tað almenna skal skriva ætlanarskriv fyrst og síðan uppsøgn) at verið sent beinan veg. Men higartil er onki komið.

Víðari lesa vit, at fleiri fundir eru, 28. mai og 1. juli. Nú verða facebook uppsløg aftaná 1. mai, brúkt sum grundgeving fyri illoyaliteti og uppsagnargrund.

Út frá hesum noyðast vit at meta, at tey ikki áttu grundgevingar fyri einari uppsøgn 1. mai, tá tey hóttu við uppsøgn samstundis sum tey bjóðaðu fráfaringaravtalu.

At hótta starvsfólk, uttan neyðug prógv, má verða uppsagnargrund. Út frá hesum, er neyðugt at siga fólk úr starvi á Almannastovuni. Av tí at stjórin er íblandaður hesa suppu, so má aðalráðið helst avgreiða hesa uppgávu.

Tey, sum so verða sett í staðin, á Almannastovuni, kunnu síðan avgera, hvat skal henda á Skálagarði.

Ímeðan vit bíða kann landsumsitingin leita á Facebook eftir hvørji starvsfólk fyrst skulu sparast burtur, tá landskassin manglar pengar.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo