Í gjárkvøldið vórðu tríggjar kvinnur funnar við lívshættisligum skaða í býnum Bushey, sum liggur uttanfyri London.
Seinni um kvøldið doyðu tær allar, og nú hevur løgreglan illgruna um, at ein 26 ára gamal maður hevur dripið tær allar.
Tað upplýsir løgreglan í Hertfordshire í tíðindaskrivi.
Rob Hall, frá løgregluni, sigur í tíðindaskrivinum, at løgreglan enn ikki hevur funnið ákærda, men biður um hjálp frá almenninginum at finna hann, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo