Hagstovan: Fátækaváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fáum nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video). Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum.
Óbroyttur fátækaváði
Prosentparturin av teimum í fátækaváða fall frá 2018 til 2019 úr 9,8 prosentum niður í 7,6 prosent. Í 2022 var parturin av fólki í fátækaváða 7,6%, sum er á sama stigi sum 2021. Fátækaváðin hevur annars verið nakað størri. Prosentparturin av teimum í fátækaváða var um 9 til 10 prosent í tíðarskeiðnum 2012 til 2018.
Færri eldri í fátækaváða
Orsøkin til fallið frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 og eldri, sum í stóran mun hevur verið undir hesum marki, fór upp um markið í 2019 og heldur seg framvegis omanfyri í 2022. Tað vóru einamest tey, ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru upp um markið í 2019. Hinvegin er støðan hjá teimum støku 67 ár og eldri áleið tann sama í 2022, sum hon annars hevur verið, har áleið helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum.
Størri fátækaváði í Sandoy og Suðuroy
Landafrøðiligur munur sæst á teimum, sum eru fátækaváða. Tað eru lutfalsliga fleiri undir fátækaváðamarkinum í Sandoyar-økinum og Suðuroyar-økinum samanborið við restina av landinum. Prosentparturin av teimum í fátækaváða í Sandoyar-økinum er 10,8 prosent, meðan 10,9 prosent eru undir fátækaváðamarkinum í Suðuroy. Tað skal sigast, at lutfalsliga færri hava verið í fátækaváða í hesum økjum seinastu árini. Minstur er fátækaváðin í Eysturoyar øki og Norðstreymoyar øki, har ávikavist 6,5 og 7,2 prosent eru í fátækaváða.
Fleiri útgreinað tøl býtt á aldur, kyn, húskisslag og økir eru at finna í hagtalsgrunninum. Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um fátækaváða, har eisini er greitt nærri frá allýsingini av hugtakinum í einum video.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo