13 fyrrverandi starvsfólk á Frihedsbrevet siga frá einum ótryggum arbeiðsumhvørvi, sum gjørdi at fleiri fingu stress og gav tímar hjá sálarfrøðingi.
Tað vóru miklar veipanir og við múgvandi íleggjarum, at Mads Brügger í juni 2021 lanseraði nýggja miðil sín Frihedsbrevet.
Frihedsbrevet skuldi skriva óheftan maktkritiskan journalistik uttan statsstuðul, ljóðaði missiónin, og í mánaðirnar sum komu søgdu fleiri frá millum annað Ekstrablaðnum upp sítt góða fasta starv og byrjaðu á Frihedsbrevet.
Í januar árið eftir hevði Frihedsbrevet sambært CVR-skrásetingini 25 ársverk, 15 journalistar og fríyrkisfólk.
Men í dag, bara trý ár seinni eru tey flestu av teimum givin á miðlinum, skrivar danski miðilin Journalisten.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo