Gjaldstovan: Í sambandi við netálopið á Klaksvíkar kommunu hevur KT-trygdarráðið á Gjaldstovuni hækkað KT-tilbúgvingina. Gjaldstovan umsitur Landsnet, Skúlanet, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar. Yvirvakingin av hesum KT-kervunum vísir, at einki óvanligt er í umbúna.
Tá ið ein samstarvsfelagi, sum í hesum føri Klaksvíkar kommuna, verður álopin, hava vit sjálvandi eitt vakið eyga við tær av okkara tænastum, sum viðkomandi samstarvsfelagi brúkar.
“Øll kunnu gerast offur fyri netálopum. Hesa ferð er tað Klaksvíkar kommuna. Vit fylgja støðuni og harmast almikið, at henda støðan er íkomin, og vit eru til reiðar at veita ta hjálp, sum vit kunnu.” sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni.
Hann heldur fram, at Gjaldstovan raðfestir KT-trygd høgt, og vit arbeiða støðugt við at tryggja og bøta um trygdina á teimum KT tænastum, ið Gjaldstovan veitir. Vit arbeiða støðugt við trygdartiltøkum, og stórur partur av útreiðslunum hjá Gjaldstovuni fara til trygd. Stórar íløgur verða gjørdar í trygdarloysnir til bæði yvirvaking og fyribyrging.
Hóast einki er 100% trygt, so gera vit tað, sum vit megna fyri at minka um váðarnar og at bera so skjótt at sum gjørligt, tá ið nakað hendir.
KT-trygd byrjar hjá hvørjum einstøkum
Mett verður, at millum 80 og 90% av øllum KT-trygdarbrotum standast av menniskjaligum feilum. Vit mugu øll hava í huga, at okkara atburður kann vera ógvuliga týðandi fyri trygdina. Besti verndargarður um dátur okkara eru vit sjálvi.
Góð ráð um KT-trygd
-
Trýst ikki á beinleiðis leinki
Um telduposturin, sendarin ella boðskapurin er illgrunasamur. -
Kanna leinkini, áðrenn tú trýstir á tey
Halt músini yvir hvørt einstakt leinki fyri at kanna, um adressan sær illgrunasom út. -
Set teg í samband við sendaran
Ivast tú um ein teldupostur er veruligur, kanst tú seta teg í samband við sendaran umvegis telefon ella á annan hátt. -
Lat ikki persónligar upplýsingar
Svara ikki teldupostum, sum biðja um gjaldkortsupplýsingar, loyniorð ella líknandi. -
Vel sterk loyniorð
Loyniorð skulu vera løtt at minnast og ring at gita. Ikki brúka sama loyniorð til fleiri tænastur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo