Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fríggjakvøldið høgdi Ísrael høvdið av Hizbollah, tá ovastin har, Hassan Nasrallah, doyði í einum bumbuálopi. Hann fjaldi seg saman við fleiri øðrum í einum bunkara, sum var eitt av 140 málum í Libanon sum Ísrael leyp á.

Stutt áðrenn álopið segði ísraelski forsætisráðharrin við ST aðalfundin, at hann var komin til New York at fortelja, at Ísrael hevur fingið nóg mikið.

- Nú er nokk!

Álopið á Hizbollah leiðsluna hevur verið á veg í 18 ár. Líka síðani tað miseydnaðist í krígnum í 2006 at gera enda á henni.

Anshel Pfeffer, sum er greinari hjá The Economist og ísraelska miðlinum Haaretz, skrivar á X, at líka síðani tá hava Ísraelsku fregnartænasturnar arbeitt við at infiltrera Hizbollah. Og tað er longu langt síðani, at Ísrael kundi havt gjørt enda á leiðsluni í yvirgangsfelagsskapinum, men valdi heldur at fylgja óskrivaðum reglum um ikki at leypa á hvønn annan á egnum lendi. Tær reglurnar broytti Nasrallah, tá hann gav boð um rakettálop á Ísrael, fyri at stuðla Hamas í Gaza.

- Mistakið hjá Nasrallah var, at hann satsaði uppá, at Ísrael var blivið ov moyrt av krígnum í Gaza, til at svara aftur uppá rakettálopini hjá Hizbollah. Tað var mistakið, sum kostaði honum lívið, skrivar Anshel Pfeffer millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo