Á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag fer løgtingið at viðgerða ríkislógartilmælið um at yvirtaka Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Uppskotið kemur til aðru viðgerð. Eisini skal tingið hava aðalorðaskifti um frágreiðingina um Málráðið.
Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, spyr eisini Djóna N. Joensen, landsstýrismann, um skíggjatíð, snildfonir og sosialar miðlar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo