Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Búskaparráðið metir hallið á fíggjarlógini at verða slakar 560 mió. kr. í 2024 og 480 mió. kr. í 2025, tá atlit verður tikið til, at ikki allar inntøkurnar frá veiðigjaldinum og tøkugjaldinum eru tøkar hjá politisku myndugleikunum at ráða yvir í 2024 og 2025, tí ein partur skal í Búskapargrunnin. Í grafinum niðanfyri verður víst á, hvussu úrslitið sær út árini 2020-2025. Undirskot, ið eru á leið 1% av BTÚ eru stór í ES høpi og fyri 2024 sær undirskotið út til at nærkast 2% av BTÚ, tá flytingarnar til búskapargrunnin verða tiknar við.

Úrslitið á fíggjarlógini, sum hon er sett upp nú, vísir ikki rætta úrslitið, tí allar tilfeingisinntøkurnar vera inntøkuførdar, soleiðis at tað sær út til, at landsmyndugleikarnir hava meira tiltøkupening enn tey veruliga hava. Ein partur av tilfeingisinntøkunum skulu sambært lóg í búskapargrunnin og javnast út yvir 7 ár. Hetta hevur Fíggjarmálaráðið ætlanir um at broyta, so úrslitið vísir rætt frameftir (frá 2025).

Stór hall á fíggjarlógini í 2024 og 2025 er eitt framhald av somu óhepnu gongd í almennu fíggjarstýringini. Úrslitini á fíggjarlógini eiga ikki at vísa so stór hall, tá hugsað verður um verandi góðu konjunkturstøðu.

Landsstýrið eigur at gera langtíðarætlanir fyri fíggjarligu gongdina hjá landskassa og kommunum undir einum, tí stórar avbjóðingar eru fyri framman orsakað av demografisku gongdini. Tað er ikki nokk at pjøssa uppá fíggjarlógina við óítøkiligum átøkum fyri 35 mió. kr. um árið, sum ætlanin er, sambært kørmunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Neyðugt er við nýskipanum, sum veruliga muna, fyri at fáa fíggjarpolitikkin aftur á beint.

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo