Yvir 99% av atkvøðunum eru taldar eftir tjóðartingsvalið í dag, og tað er greitt, at høgravíðgongdi flokkurin FPÖ hevur vunnið valið, við nærum 29% av atkvøðunum.
Konservativi ÖVP flokkurin fær góð 26%.
Herbert Kickl, sum stendur á odda fyri FPÖ sigur í kvøld, talan er um ein søguligan siður, og hann vónar, at hinir flokkarnir fara at taka annað skinn um bak og fara at samstarva.
- Eg gevi teimum nakrar dagar at umráða seg. Lat okkum vóna, at teir koma til fornuft, segði Herbert Kickl millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo