Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jóan Petur Hansen, montørur á Rakstrardeildini hjá SEV, fekk í gjár heiðurmerki frá hennara hátign Margrethu drotning fyri trúgva og drúgva tænastu

- Mangar takkir fyri tínar eyðkendu strikur, vitborna humor, og óspekta skemt - har tú mangan ríður knívseggini

- Pimmi hevur mangan brattan farið. Hevur roynt tað sum roynast kann á sjónum, sitið í ótali av nevndum, eisini sum formaður, og so hevur hann hartil verið djáknur í kirkjuni í heimbygdini

- Eg gloymi ongantíð dagin, tá ið fólkaatkvøðan varð hildin. Hetta var ein spennandi dagur í politikki. Veðrið var av tí allar fagrasta allan dagin

Um ársskiftið hevur Heðin Mortensen sitið í Tórshavnar býráð samanhangandi í 45 ár

Seinasta fríggjadag stóðu nýggju maskinsmiðir og sjey elektrikarar sveinaroyndina á Tekniska Skúla í Klaksvík

Í dag hevur hugnaløta verið á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fara í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skránni

Í morgin eru 10 ár síðani VP - tá Vágaportalurin - var fyrstu ferð at síggja á alnótini

Havnarmaðurin Jan Restorff er blivin víðagitin í Danmark fyri síni einastandandi evni at fáa gestirnar á Søllerød Kro at kenna seg væl

Kingo-bólkurin kundi sunnudagin hátíðarhalda 20 ára stovningardag. Dagurin varð feiraður við manér

Samkoma var nú seinnapartin í Posthúskjallaranum, har fleiri húsavørðar hjá Tórshavnar kommunu høvdu 10 ára starvsdagar og ein hevði 20 ára starvsdag

Anna av Reyni og Arngerð Mørk høvdu í gjár móttøku á Umlættingarheiminum í sambandi við, at tær hava verið starvssettar á heiminum í samfull 30 ár, t.v.s. nærum síðan byrjan

Um ein knappan mánaða – 6. desember – fara finnar at hátíðarhalda 100 ára dagin fyri at tjóðin fekk sjálvstýri frá Russlandi

Ísraelsmissiónin varð stovnað 20. oktober 1992, og kann sostatt í ár hátíðarhalda 25 ár sum útimissiónsrørsla

Hon er javngomul við russisku kollveltingina. Hon hoyrdi fyrstu tíðindini úr fyrsta radionum í Klaksvík. Og sá fyrsta bilin koma til bygdina. Í dag helt hon 100 ára dagin á Boðanesheiminum

Sólvá Johannesen legði í morgun frá sær sum leiðari á frítíðarskúlanum hjá Sankta Frants vegna aldur

Dagstovnurin Kura hátíðarheldur í dag, at tvey starvsfólk hava merkisdagar. Unn Andreasen og Jacobina Dam hava starvast í Tórshavnar kommunu í ávikavist 20 og 30 ár. Báðar eru tær úr Kollafirði

Dals kirkja, kl. 12.00, Jógvan Fríðriksson, prædikar

Í ein mansaldur førdi Alfred ferðafólk um Vestmannasund

Her eru konfirmantarnir í Vestmanna Kirkju sunnudagin 8. oktober

Her eru konfirmantarnir í Christianskirkjuni í Klaksvík sunnudagin 8. oktober kl 11

Lágargarður hátíðarheldur í hesum døgum 30 ára stovningardagin. Í dag var stór samkoma á Lágargarði fyri búfólk, starvsfólk og gestir annars

Leygardagin skipaði eigarafelagið millum Gilja fyri hugnaligum haldi, nú 30 ár eru liðin, síðani fyrstu fólkini fluttu inn í húsini ovarlaga í Hoyvík. Um dagin varð grillað, og undirhald var á skránni

Konfirmantar í Húsavíkar kirkju, sunnudagin 8. oktober 2017, kl. 11.00

Sunnudagin 1. oktober 2017 eru tað 110 ár, síðan Vágs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna

Í ár eru liðin 30 ár, síðani fyrstu búfólkini fluttu inn á Lágargarð. Tí fer Tórshavnar kommuna komandi tíðina at varpa ljós á hetta røktarheimið í eysturbýnum

Komandi leygardag 30. september fyllir Judy Jacobsen, 70 ár. - Judy er kona Óla á Grømma Jacobsen

- Sámal Jákup varð føddur í Ánunum 23. september 1937, har hann traðkaði sínar barnaskógvar, og har gekk hann í skúla tey fyrstu árini. Seinni flutti hann saman við foreldrunum til Klaksvíkar

Jørmund Olsen og Finnbogi Johannesen hava havt 30 ára starvsdag. Jens Petur Poulsen og Janus Jensen hava havt 20 ára starvsdag. Niklas Danielsen, sum hevur myndað Snarliðið seinastu 10 árini, hevur havt seinasta arbeiðsdag og fekk serliga gávu frá Tórshavnar kommunu

Í ár er missiónsarbeiðið á Toftum 100 ár. Hetta vikuskiftið er ymiskt á skránnni í sambandið við føðingardagin. Í dag kl. 17.00 bjóðar Tabor til nátturða

Nógv fólk vóru komin saman í hølunum hjá Heilsu- og Umsorganartænastuni nú seinnapartin til eina fráfaringarløtu í sambandi við, at Hensia Einarsson leggur frá sær

Í gjár var køka til børn, starvsfólk og foreldur í samband við, at Barnahúsið Margit hevði sín fyrsta runda føðingardag

Í gjár, 3. september, vóru 65 ár síðani Klaksvík bókasavn var sett á stovn. John Reid Bjartalíð var undangongumaður at seta bókasavn á stovn, og starvaðist hann eisini á bókasavninum í mong ár

Hugnaløta var nú seinnapartin á Ellisheiminum í sambandi við, at Rannvá Jakobsen helt 25 ára starvsdag. Hóast hon hevur rokkið pensjónsaldri, so heldur hon fram í starvinum

- Kvinna, ið ikki hevði loyvi at gifta seg og mátti fáa beiggja sín at seta pengarnar inn, var fyrsti kundi í Betri Banka

Lítil samkoma var nú seinnapartin á Heiminum í Vallalíð, har 
tað varð hátíðarhildið, at Kirstin Djurhuus hevur 25 ára starvsdag. Í hesum sambandi vitjaði eisini borgarstjórin, sum helt røðu fyri Kirsten

Tann fyrsti fríggjadagurin í august - 4. august 2017 - er altjóða øldagur. Tað byrjaði alt í 2007 á eini barr í Santa Cruz og hevur síðani breitt seg til eitt altjóða tiltak um allan heimin

Gerda Danielsen, sum hevur starvast í BankNordik í 49 ár, fekk á samkomu fyrr í vikuni viðurkenningina ”Den Kongelige Belønningsmedalje”, sum verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu

- Tað mundi vera stutt eftir, at hann var vorðin blaðstýrari á javnaðarblaðnum “Sosialurin”, at eg á fyrsta sinni hitti Vilhelm Johannesen, ella Vilhelm hjá Bethuel, sum norðoyingar rópa hann

Hósdagin 3. august fer Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði um 100-ára hvarvið. Hann er uppvaksin og hevur altíð búð í bygdini

“Tú hevur ikki fyri neyðini at greiða mær nærri frá, hvussu út sær í Jerusalem”, segði Edvard í Svínoy við sonin Inga, sum hevði verið og ferðast í Heilaga landinum

Í dag var móttøka á Lágargarði í sambandi við, at Hennina Petersen fyllir 100

Fráfaringarmóttøka var í Heilsuhúsinum í dag seinnapartin í sambandi við, at Erna Hovgaard sum 72 ára gomul leggur frá sær eftir samfull 36 ár í Heimatænastuni

Í morgun var lítið hátíðarhald á Ráðhúsinum í sambandi við, at Høgni Krossteig Nielsen, sum hevur starvast í 25 ár hjá Tórshavnar kommunu, nú leggur frá sær fyri aldur. Annika Olsen nevndi, at tað helst er sjáldsamt, at ein 25 ára starvsdagur fellir saman við seinasta arbeiðsdegi

 

100 ára hátíðarhald hjá samkomuni í Betesda - heystið 2017. Tak niður skrá

- Tann 25. juni í ár fylti tann littereri, journalistiski og æstetiski slitmaðurin, Hanus Kamban 75 ár

BirkBloggur takkar Jógvani fyri róðurin higartil, og ynskir honum til lukku við teim sjeyti, og góða eydnu við nýggju tilveruni sum fríyrkisfólk í Kringvarpinum

Á syftunsøku (2. juli) eru liðin fimmti ár síðan Kjartan Mørkøre varð prestvígdur í Havnar Kirkju. Ein merkisdagur, tí ikki síðan biskupsstólur Føroya varð niðurlagdur í 1557 hevði nakar prestur verið vígdur í Føroyum

- Í dag fyllir útvarpsmaðurin, Jógvan Arge, 70 ár. Hann er sonur Niels Juel og Petru Arge og varð føddur á íslendska tjóðardegnum 17. juni í 1947

Esther Mikkelsen, Klaksvík, ættað úr Sørvági, hevur í dag 85 ára føðingardag. Dagurin verður hildin saman við familjuni