Sunda kommuna: Kingo-bólkurin kundi sunnudagin hátíðarhalda 20 ára stovningardag. Dagurin varð feiraður við manér.
Fyrst varð boðið til løtu í kirkjuni har kingobólkurin framførdi, prestur hevði andakt og sálmar vórðu sungnir. Síðani fóru øll inn í bygdina har jólatræið varð tendrað. Jólamaðurin vitjaði og hevði pakkar við til børnini.
Síðani vóru øll boðin til borðhald í bygdarhúsinum har nógv skemtilig innsløg vóru á skránni og fleiri nýttu høvið at ynskja kingo-bólkinum tillukku.
Kingo-bólkurin varð stovnaður í 1997 og hevur í trúfesti móti siðaarvinum hevur varðveitt aldargamlan mentanarligan dýrgrip. Kingo-bólkurin er rættiliga virkin og hevur fleiri ferðir havt framførslur í heimlandinum hjá mæta sálmaskaldinum Thomas Kingo (1634-1703), og stórliga fagnaður har.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo