Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

2. februar eru 90 ár liðin, síðan Eskild Christiansen og aðrir settu Skótalið Sigmund Brestissonar á stovn á Bryggjubakka í Havn, og í tí sambandi verður opið hús í Skótahøllini við Havnará

Í sambandi við móttøkuna í nýggju hølunum, takkaði Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, Magnusi fyri samstarvið seinastu tvey árini. Magnus varð lýstur sum ein seriøsur, semjusøkjandi og álitisvekjandi politikari

Jógvan Arge var gestarøðari á 100 ára veitsluni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í síðstu viku. Hann umrøddi tvey álvarsom og harðlig verkføll, sum vóru í Havn undir krígnum og fyrst í kreppuni í 50unum

Í dag er Torbjørn Olsen 60 ár, og í tí sambandi er heiðursframsýning í Steinprenti við grafikki, sum Torbjørn hevur gjørt í samstarvi við litografin Jan Andersson frá 1993 til 2016

Í fleiri ára tíggir var Útvarp Føroya einasti føroyski tíðindaloftmiðil til alt Føroya fólk, og sum hevði eitt av løgtinginum lógarfest monopol - einkarrætt. Nú fyllir fyrsta privata støðin 16 ár

Í gjár, 19. januar, helt Ráðið fyri Ferðslutrygd 40 ára stovningardag sín. Eini 110 innboðin vóru við til at halda dagin í Østrøm

Fríggjadagin 22. januar verður Torbjørn Olsen 60 ár. Henda dag letur upp ein heiðursframsýning í Steinprenti við grafikki, sum Torbjørn hevur gjørt í samstarvi við litografin Jan Andersson frá 1993 til 2016

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu á 100 ára degi Havnar Arbeiðsmannafelags leygarkvøldið

Í gjár 15. januar vóru 15 ár, síðan netalfrøðin Wikipedia (https://www.wikipedia.org) varð stovnað av teimum báðum Jimmy Wales og Larry Sanger

Lítið hátíðarhald var í morgun í Lítlaskógi í Djóna í Geilgøtu. Ein av orsøkunum var, at Heidi Norðoy hevði 25 ára starvsdag. Og tað skal hátíðarhaldast við gávum og røðu frá borgarstjóranum

Á hátíðarhaldi í Lítliskógi í morgun hátíðarhelt Conny Dybzack 40 ára starvsdag og fekk í tí sambandi Dronningens Fortjenstmedalje í silvuri handaða av borgarstjóranum

Leygardagin 16. januar í 2016 eru liðin 100 ár, síðan menn stevndu saman til fundar í Avhaldinum í Havn at stovna nýtt arbeiðarafelag

Kvøða til eina fyrimynd

Í dag eru tað 25 ár síðani, at ein tann mest týðandi uppfinningin í nýggjari tíð var fødd. Tí tann 20. december í 1990 var tann fyrsta heimasíðan lanserað

Talan er um viðurkendu "IDA award" heiðurslønina, sum verður latin dokumentarfilmum

Í ár eru liðin 120 ár síðan Vestmanna kirkja varð vígd, tað hendi 3. sunnudag í advent 1895, sum tá var hin 15.12.1895

Á býraðsfundi i kvøld fekk Helena Dam á Neystabø, býráðslimur og forkvinna í mentamáladeild Tórshavnar býráðs, blómur handaðar frá borgarstjóranum, nú hon fyllir seksti ár

- Sum støðan er í løtuni, har parkinson sjúka og heilivágur í alt ov stóran mun hava tikið ræðið á lívi mínum, eri eg ikki longur førur fyri at røkja mítt starv

Í dag fyllir kendasta ítróttastjørna Føroya, Pál Joensen, 25 ár

Í 1915, 3. sunnudag í advent, varð Mikladals kirkja vígd av Fríðriki Petersen, prósti

1. januar 1985 tók Súni í Hjøllum fyri fyrstu ferð sæti í bygdarráðnum í Nes kommunu og hevur hann sitið í bygdarráðnum síðani, ella í gott og væl 30 ár

Nólsoyingar hildu 100 ára dagin fyri Ungmannafelagnum Royndini í Royndarhúsinum leygardagin. Har vóru fyrilestrar, sjónleikur, tónleikur, sangur, móttøka, føroyskur dansur og enskur dansur

- Hon er kend fyri sítt fjálga og góða lyndi og hevur verið ein avbera góður starvsfelagi, segði borgarstjórin, sum heitti á Katrin um ikki at gevast ov brádliga, men royna at trakka til sum avloysari av og á

Í dag eru hundrað ár síðani, at mentamaðurin, Emil Juul Thomsen varð føddur á Tvøroyri

Í sambandi við at Bogi Hansen, havfrøðingur herfyri gjørdist 70 ár og harvið fór um aldursmarkið fyri, nær mann kann vera í føstum almennum starvi, var samkoma á Havstovuni týsdagin 24. november

Í dag eru 10 ár liðin, síðani Ingálvur av Reyni andaðist. Hann er okkara størsti listamálari og hevði somuleiðis sjáldsama góða songrødd

Fýra av teimum mest trúgvu, og sum nú eru farin úr starvi, høvdu hátíðarhald í gjár saman við tveimum, ið høvdu 25 ára starvsdag

- Tað eru nógv góð listafólk komin úr Norðoyggjum, sum hava lyft og lætt um okkara listaligu eyðkenni - søguliga, hvønndagsliga og í einum frumkendum, natúrligum gróðri, sum rakar okkara kenslusama lyndi

Leygardagin 28. november kl.14.00 verður søgulig hátíðargudstænasta í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv

Segði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, í gjár, tá hon helt røðu fyri Anniku Hoydal á Reinsarínum

Herfyri var móttøka á Umhvørvisstovuni í sambandi við, at Óli Johansen hevði 50 ára starvsdag og Svanna Justinussen hevði 40 ára starvsdag. Bæði arbeiða á matrikuldeildini á Umhvørvisstovuni

Skipað hevur verið fyri lítlum hátíðarhaldi seinnapartin, nú ikki færri enn fýra starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu hava hildið ymiskar starvsdagar

Olga Højgaard fyllir 100 ár í dag. Olga býr enn einsamøll

Í dag fyllir Føroya allar allar kendasti viðmerkjari 50 ár

Tann 1. november 1975 var fyrsti arbeiðsdagur hjá løgreglumanninum Hans Djurhuus, og fyrrapartin í dag var hátíðarløta á Politistøðini í Klaksvík í sambandi við stóra dagin

Í sambandi við, at Tummas M. Jacobsen fer frá fyri aldur í Eik Banka, verður almenn móttøka í høvuðssætinum hjá Eik Yviri við Strond 2 í Havn

- Tey, sum komu um lúnningina á "Claru Mærsk” hin 2. mai í 1975 og kundu heilsa uppá bjargingarmann teirra úr Rituvík, kunnu nú saman við eftirkomarum teirra fara ekkaleys heimaftur til tað landið, tey flýddu frá fyri 40 árum síðani

Tann serligi blái liturin er kendur sum ST-liturin, og tað er fyri at hátíðarhalda ST, at 45 lond í dag eru við í stóra ljósátakinum

Dagstovnurin á Argjum hátíðarhelt í dag, at tvey starvsfólk hava merkisdagar. Sigrid Thomsen og Haldis Stenberg hava arbeitt á stovninum í ávikavist 25 og 26 ár

Týsdagin 6. oktober fekk Hanni Thomsen, deildarleiðari á Trygdargrunni Fiskivinnunar, handaða Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri fyri drúgva og trúgva tænastu á Lønjavningargrunninum og Trygdargrunninum í 40 ár

Í morgun varð heiðrað, at Malan Levisdóttir og Marjun Biskupstø í ár hava verið knýttar at Barnatannrøtkini í ávíkavist 40 og 20 ár

Henda myndin er tikin yvir Klaksvíkina seinnapartin í dag, men tað er helst ikki bara í Klaksvík at dagurin í dag hevur verið so avbera vakur (mynd: Jóan Petur Olsen)

“Dronningens fortjenestemedalje i sølv” var í dag latin til 8 sløkkiliðsmenn, sum hava verið meira enn 40 ár sløkkiliðsmenn

Jón Herluf Persson hevur 20 ára starvsdag í fullum starvi, Birgir Davidsen og Rúni Árting hava 20 ára starvsdag í sløkkiliðnum

Í morgun bjóðaði Dagstovnurin Undir Brúnni morgunmat í sambandi við, at Gísla Poulsen hevur 20 ára starvsdag í dag

Í dag eru 45 ár liðin síðani flogvanlukkuna á Knúki í Mykinesi. Dagurin var ein leygardagur, og dagurin í dag er eisini ein leygardagur. Vanlukkan hendi leygarmorgunin 26. septembur 1970

- Ein faðir at eiga er betur enn gull, fyrimynd hjartans - ja gerandishetja, sum viljan vil brynja og andan lekja, nú sigla vit saman út á havsins rull

Í morgun var hátíðarløta í Tannlæknastovuni í Tórsgøtu 23. Tað eru 4 starvsfólk, sum í ár hava starvsdagar, 20, 30, 30 og 45 ár. Talan er sostatt um nøkur av mest trúføstu starvsfólkunum í barnatannrøktini

Leygardagin 26. septembur, giftast Ásla Lindberta Heimustovu og Pauli Sørensen, Klaksvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 12.00

Í morgun var lítið hátíðarhald í Býlingshúsinum Vesturi á Flat í sambandi við, at Birita Weihe hevði 20 ára starvsdag. Sjálv visti hon einki um hátíðarhaldið, sum starvsfólkini og maðurin Petur loyniliga høvdu skipað fyri