Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Sjálvur ger hann ikki nógv burtur úr sær. Men tá donsk bløð skriva langar greina um hann, tí hann fyllir hálvthundrað, so er ikki onki um tað.

- Hann er tann góði verturin, sum tú ikki kanst vera fyri uttan, skrivar Jyllandsposturin millum annað og leggur afturat, at Søllerød Kro, ella Kroen sum tey eru farin at siga, hevði ikki verið tann sama uttan Jan.

- Og tað veit hann væl, tí er hann har altíð, verður sagt.

Søllerød Kro, sum liggur í Holte, verður í dag vitjað av øllum, høgum sum lágum, og tað er neyvan tí at tey ikki kenna seg vælkomin.

Bæði matstova og vertur hava ígjøgnum árini vunnið fleiri heiðrar, eitt nú hevur Søllerød Kro seinastu 11 árini havt eina Michelin Stjørnu.

Sum eftirnavnið ber boð um hevur Jan Restorff gott at braga til í gistingarhús og matstovuvinnuni. Pápi hansara, Johan Restorff, var hotelstjóri á Hotel Hafnia í Havn í nógv ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo