Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Tann 25. juni í ár fylti tann littereri, journalistiski og æstetiski slitmaðurin, Hanus Kamban 75 ár.

Fáur føroyskur mentamaður, um nakar, hevur lagt so nógv og so fjøllbroytt intellektuelt tilfar úr hondum, sum Hanus.

Hann hevur verið rit- og blaðstjóri, hevur skrivað kronikkar, ummæli, essays, ævisøgur,  stuttsøgur, skaldsøgur og lesarabrøv um alskyns evni.

Hann røkkur so víða intellektuelt og so langt, at tann kulturella slóðin eftir hann, er fjøllbroytt at finna í alskyns samfelagsmálum, gerandisligum debattkulturi, partapolitikki og upplýsandi greinum um bæði kulturella- og politiska søgu.

Hanus búði síni bestu ungdómsár í Kjøpinhavn sum sera aktivur lesandi útiseti.

Tá ið hann kom aftur til Føroya, hevði og varðveitti hann tað gløgga gestsins eyga, sum útisetakultururin í Kjøpinhavn hevur givið so mongum føroyingi eina tíð.

-  Men Hanus tordi at halda fast við ta kritisku eygleiðararolluna og kundi tí rættiliga fordómsfrítt luttaka í føroyskari debatt, og har var hann als ikki ørindaleysur.

Tað førdi í fyrstuni til hvassar konfrontatiónir, sum fingu nógv fólk til at rakna við og sleppa Candide-syndrominum eina tíð.

Á okkara parnassi lýsir Hanus heilt burturúr.

Hann hevur ikki bara talent, men hann hevur fyrst og fremst eina gigantiska substantiella vitan um litteratur, mál  og æstetikk, - hartil er hann so húsvandur í kontinentalum européiskum kulturi, serliga týskum og fronskum, at hann førkar seg  astronomiskt burtur frá øðrum  provinsiellum føroyskum skribentum.

Hann hevur risastóra almenna vitan og ta solida klassiska dannilsið, sum er so sjáldsamt í dag.

Ein rithøvundur, sum ikki hevur holla paratvitan um søgu, filosofi, litteratur ella mál, svíkir sín lesara, gevur honum, sum frá líður,  steinar fyri breyð og  fyrr ella seinni keðir tað  tann gløgga lesaran.  

Hanus hevur víðan horisont, - Hanus er ongantíð keðiligur, - Hanus er sjálvur arbeiðssamur og spillir ikki tíðina hjá fólki!

- Hartil hevur hann bæði stóra almenna vitan, humor og forsónliga sjálvironi.

Hanus Kamban hevur fingið fleiri heiðursprísir fyri sítt mentaarbeiði.

Hann er bæði komin á ta føroysku og donsku fíggjarlógina fyri síni littereru avrik.

Eftirsum vit hava so fá fólk við víðum kulturellum útsýni, er tað ófatuligt, at tað ikki oftari er boð eftir Hanusi  í teimum føroysku fjølmiðlunum.

Hann átti at verið sjálvsagdur intellektuellur mentor í kringvarpi; men hann verður alt for ofta lopin um.

Man tað vera tí, at hann er í útjaðaranum av okkara heimføðisliga parnassi, har tað klassiska dannilsið er ein rættiliga stór mangulvøra.

Man eigur sjálvsagt at brúka fólk, meðan tey enn eru á lívi.

- Sleppur Hanus meira framat milum orðafólk, kann tað bara lyfta niveauið munandi í okkara debatt-kulturi, har tey intellektuelt ørindaleysu oftast seta dagsskránna.

Fyri okkara kulturella og litterera BNP er Hanus Kamban okkara allarstørsti fongur.

Eg havi nevnt tað fyrr:

Tað eru bara trý fólk, sum hava havt tilsvarandi universaltýdning fyri føroyskan litteratur og annars almenna føroyska mentan, sum Hanus, og tey eru øll undir grønu torvu í dag.

Tey eru Rikard Long, Mads Andreas Jacobsen og Ebba Hentze.

Øll vóru tey, líka sum Hanus, útisetar í mong ár.Vit eru fleiri útisetar, sum post festum ynskja Hanusi hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum og vónandi nógv komandi kveikjandi virkisár í okkara orða-media.  

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo