Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í ár eru liðin 30 ár, síðani fyrstu búfólkini fluttu inn á Lágargarð. Tí fer Tórshavnar kommuna komandi tíðina at varpa ljós á hetta røktarheimið í eysturbýnum.

Hvønn hósdag frá kl. 10.30 til 11.30 er Undirhús í Góðustovu á Lágargarði. Tá hittast bæði menninir á Lágargarði og teir, sum koma í virkis- og venjingarstovuna.

Undirhúsið kom í lag, tá ið tey hjá Reyða Krossi vóru so beinasom at vísa Lágargarð á ein mann, ið hevði orku og hug at skipa fyri Undirhúsi á Lágargarði og vera saman við monnunum hvønn hósdag.

Nú Lágargarður hevur 30 ár á baki, fær Undirhúsið forkunnuga vitjan. Menn á eldrasambýlinum oman Mattalág og oman Hoydalar koma á gátt í dag.

Tað hóvar tó ikki monnunum, at konufólk eru til staðar, tá ið Undirhús er. Hetta kann vera eitt sindur trupult, tá ið teir, sum vitja, mugu hava onkran við sær. Í hesum førinum eru tey tó so heppin, at ein ungur maður arbeiðir oman Hoydalar, og hann kemur við teimum vitjandi.

Til ber at lesa meira um Lágargarð HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo