Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Góði Svend – holli starvsfelagi - hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum, sum var 2. januar 2024

Eitt av lívsverkum hansara er tað stóra arbeiðið, hann hevur lagt í verkið í Zarepta, har John var høvuðsleiðari í samfull 25 ár, frá 1988 til 2013. Eitt verk, hann leiddi við einum gudgivnum myndugleika, stillføri og trúfesti

Í 55 ár hevur Býarbókasavnið verið ein umráðandi partur av Tórshavnar kommunu. 1. apríl 1969 varð Býarbókasavnið sett á stovn, og síðani tá hevur savnið verið ein sera virkin partur av Havnini og Tórshavnar kommunu

Katrin varð í dag heiðrað við silursheiðursmerki Tórshavnar kommunu á hugnaløtu á URD, har hon hevur starvast síðan upplating – samanlagt hevur hon starvast hjá kommununi í meira enn 36 ár

- Dagurin í dag, tann 19. mars, er ein av størstu merkisdøgum í Føroya søgu, tí henda dag fyri 75 árum síðan, í 1949, lá fyri fyrstu ferð øll Bíblian á føroyskum máli á borðinum

Terji Petersen byrjar í nýggja starvinum hjá Nes kommunu tann 15. apríl 2024

- Í sambandi við árliga starvsfólkadagin hjá Borg, fríggjadagin 1. mars, heiðraðu vit tey, ið hava havt rundan og hálvrundan starvsdag í 2023

Strandferðslan hevur sett 53 ára gamla Klæmint Østerø í starv sum deildarleiðari á rakstrardeildini

Í dag var móttøka á Sambýlinum oman Hoydalar í samband við, at 25 ár eru liðin, síðani sambýlið varð tikið í nýtslu

Í gjár skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri hátíðarløtu í sambandi við, at Jóna Rasmussen, listakvinna, hevur undirvíst í 30 ár á kvøldskúlanum

Stóra fyritøkan Pf. Poul Michelsen fyllir 50 ár í dag. Á samkomu seinnapartin helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu fyri Poul, sum skjótt fyllir 80

Drotning Alexandrines Hospital avloysti Færø Amts Hospital, sum var bygt í 1829. Christian kongur tann tíggjundi legði grundarsteinin til Drotning Alexandrines Hospital og húsið bleiv tikið í brúk 23. februar 1924

Heðin Mortensen vísti í røðu sínari á, at Jón og Ingi løgdu lunnar undir KT partin í Tórshavnar kommunu

Nógv fólk var á hátíðarhaldinum í dag. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu helt røðu

Í dag, 11. februar, er altjóða dagur fyri gentur og kvinnur innan vísindi (International Day of Women and Girls in Science)

Fyri sítt drúgva og slóðbrótandi íkast til varðveitslu av siðsøgu okkara, verður Óli Jacobsen heiðraður við gullheiðurstekini Tórshavnar Býráðs

Mary drotning fyllir 52 ár í dag, og í tí sambandi hevur Kongshúsið lagt mynd út av drotningini og pápanum á Instagram

- Veitst tú, at 2. februar er altjóða vátlendisdagur? Mýrar og onnur vátlendi eru týdningarmiklar vistskipanir, eisini í Føroyum

Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni

Tann 4. februar hátíðarheldur Eysturoyar røktar,-og ellisheim 40 ára føðingardag

Í dag fyllir fyrrverandi landsstýrismaðurin, løgtingslimurin og borgarstjórin Jógvan við Keldu 80 ár

- Úr Ovara Garði á Kirkju eru ættaðir tríggir av bestu fótbóltsleikarum í Føroyum, sum í bygnaði og leikhátti minna ikki sørt um stóru heimsstjørnurnar

- Okkara kenda andlit í Gundadali, Jens Ingolv, hevur seinastu 18 árini verið vallarvørur hjá Tórshavnar kommunu. Fyrst var tað Ovari og Niðari vøllur, men so kom Tórsvøllur aftrat. Nú leggur hann frá sær

Í dag fyllir Jørgen Niclasen, fyrrverandi varaløgmaður, landsstýrismaður og tingmaður fyri Fólkaflokkin, 55 ár

Í morgun var lítil móttøka á skrivstovuni í Nes kommunu fyri Elsibeth Johannessen, sum byrjaði í skrivstovustarvi hjá kommununi í dag

Í gjár skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá Articon fara í jólaferiu

Hugnaløta var á Dagstovninum á Argjum fyrrapartin í samband við, at trý starvsfólk høvdu starvsdag

- Í farnu viku varð skipað fyri væl eydnaðum hátíðarhaldi í Løkshøll, har ið fólk í hópatali fagnaðu Jonhardi Mikkelsen, sum 11. desembur fer um tey sjeyti árini

- Góði Jonhard Mikkelsen! Hjartaliga til lukku við sjúti ára føðingardegnum

Í dag eru 90 ár liðin, síðani Sankta Frans Skúli varð tikin í nýtslu uppí í Varðagøtu. Nógv fólk var komið saman í skúlanum at hátíðarhalda dagin

Fríggjadagin 8. des. eru 90 ár farin, síðani Fransiskanarasystrarnar í Føroyum byrjaðu Sankta Frans skúla í Varðagøtu í Havn

Hjørdis hevur starvast í Almannaverkinum í 15 ár, og hevur hon drúgvar royndir sum fulltrúi og leiðari

Nú mentamaðurin Jonhard Mikkelsen fyllir sjeyti ár um nakrar dagar, skipaðu Sprotavinir fyri heiðursløtu í Løkshøll. Høllin var at kalla fullsett, og ein av teimum sum heitt var á um at røða var borgarstjórin í Runavíkar kommunu

Í gjár varð skipað fyri hátíðarhaldi í Løkshøll, nú Jonhard Mikkelsen hin 11. desembur verður sjeyti og eitt av hansara størstu avrikum Sprotin hevur rundað 30 ár

Fyrsta turbinan, sum varð sett til á Fossáverkinum var ein Pelton/Maier turbina á 2,1 MW. Hon hevur nú 70 ár á baki, men virkar enn sum fyrsta dagin

Seinnapartin í gjár var hugnaløta í Býlingshúsinum á Norðasta Horni. Malan Houman, námsfrøðingur, hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 25 ár, og fer samstundis frá

Fráfaringarløta var í gjár fyri Hera Thorsteinson, sum nú fer frá fyri aldur

Stór og hugnalig móttøka var í Oasuni í Hoyvík í dag, nú Esther Zachariasen fyllir 100 ár. Esther er væl fyri og hópur av fóki nýttu høvið at heilsa uppá

Tveir 25 ára starvsdagar vóru í frítíðarskúlanum Smílibýlinum í dag

Í dag varð hátíðarhildið, at 35 ár eru liðin, síðani Tilhaldið í Kollafirði lat upp

Leygarkvøldið var hugnalig veitsla í Róðrarneystunum á Argjum í sambandi við, at dansifelagið Tøkum Lætt hevur 30 ár á baki

- Tað er við stórari tøkk og gleði, at vit mintast aftur á alt tað, sum tú hevur gjørt fyri Stranda Ítróttarfelag

Kendi vágbingurin Robert Mc Birnie fylti 80 ár 1. nov 2023

Í dag 7. november hevur verið hátíðardagur á Tvøroyri, nú Anna Poulsen hevur rundað tey 100 árini. Dagurin varð hildin í dagtilhaldinum á Niðastulon á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, har nógv fólk hevði leitað sær at heiðra henni

Stórur dagar var í Býlingshúsinum millum Gilja í gjár. Umframt 35 ára føðingardagin hjá Býlingshúsinum, vórðu tvey starvsfólk heiðraði

Í dag er sjálvur 50 ára dagurin síðan Brúgvin um Streymin læt upp fyri almenninginum. Hetta var hin 30. oktober 1973. Brúgvin var tá nevnd størsta bygningsverk í Føroya søgu

 

Í gjár helt Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum 90 ára dag

Í morgin fyllir hornorkestrið og dagurin verður hildin næsta sunnudag

Tað er ikki bara danski krúnprinsurin sum fyllir í dag

Dagurin verður millum annað hildin við sonevndum gallataffel í kvøld