Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar Kommuna: Heðin varð føddur á Brekkunum í Trongisvági 7. apríl 1946, sonur Eli og Ethel Mortensen. Reiðiliga farin í skúla flutti familjan til Havnar. Heimurin hjá Heðini gjørdist økið millum Kongabrúnna, Abbatrøð og Glaðsheygg, sum tá var eitt sera aktivt øki við kolasølu og sandsølu, har sum parkeringsplássið er nú. 

Abbin, gamli Palle á Brekkunum í Trongisvági, var umframt at vera gamal skipari eisini bóndi, so Heðin vaks upp við djórahaldi. Í Havn rann hann tí aftaná øllum, sum høvdu seyð, gæs, høsn og dunnur, og sum heilt ungur skrivaði hann umsókn til kommununa um leigutrøð. Hana fekk hann kortini ikki, fyrrenn nærum kvarta øld seinni.

Har suðuri hevði Heðin gingið á universitetinum í Trongisvági – í fyrsta flokki hjá Elspu Vestergaard. Komin til Havnar fór hann at ganga í skúla á Vaglinum, í sama húsi, har hann fram til seinasta val sat í 12 ár sum borgarstjóri. Flutt varð niðan í gula skúla, Kommunuskúlan, í 1956.

Ungdómslív
Eftir skúlatíð var Heðin sera aktivur, rokaðist og lossaði á keiini, bar cement og hjálpti til hjá Balslev. Arbeiddi á Bacalao og súkklaði dýnur inn og út fyri Fjøðurreinsaríið. Hann var skóti, fyrst úlvaungi, seinni skóti í Másanum í somu patrulju sum Poul Michelsen, gjørdist korporálur og so førari, sum tað kallaðist tá.

Hann slapp eisini við Tjaldrinum og fekk sjófartsbók. Men hann valdi ikki sjólívið. Ístaðin giftist hann sera ungur Hjørdis, dóttir Eriku og Alfred Egholm. Tey høvdu eitt gott ungdómslív í Havn, har møtiplássini vóru eitt nú Kondittaríið, Sjónleikarhúsið og Tórshøll.

Eftir at hann giftist við Hjørdis fluttu tey aftur niðan á Glaðsheygg, næstan á sama stað, hann byrjaði lívið í Havnini. Og har hava tey livað fram til dagin í dag, fingu 4 børn sum hava givið teimum nógv barnabørn. Og Heðin bleiv langabbi fyrraárið.

Heðin hevur havt bát og hevur áður róð nógv út. Seyð hevur hann á trøðni í Havnardali saman við brøðrunum og nú eisini døtrunum - suðuroyarsperðilin er tiltikin -  og gæsnar hava frælsi í Norðradali. Og so er hann grindamaður. Spesialistur í turrari grind og spiki. Innløgumaður sum fáur.

Hóast torført var at fáa lærupláss, so fekk Heðin lærupláss sum maskin- og bilsmiður hjá Wenzel. Hann bleiv mekanikari og bleiv Ford-maður burturav, umframt Alpha Diesel-maður. Hann bleiv eisini útbúgvin bilsýnismaður og tryggingarmaður.

Heðin vann fleiri meistarheiti við Ørvi og Havnabátinum og spældi fótbólt í B36.

Fjølbroytt arbeiðslív
Hann arbeiddi sum mekanikari í 17 ár og á Tryggingini í nærum 30 ár, hann hevur nú sitið í býráðnum í Havn í 45 ár, hann hevur sitið 9 ár á løgtingi, hann var formaður í Havnar Sjónleikarfelag í 7 ár og Havnar Róðrarfelag í 7 ár, Tórshavnar Ítróttarráð í 3 ár og hann hevur verið forseti ÍSF's í 28 ár.

Heðin gjørdist Riddari av Dannebrog í 1991, fekk íslendska ISI heiðurskrossin í 1996, ÍSF-heiðurskrossin í 1999, gjørdist Riddari av Dannebrog af Første Grad í 2003 og fekk innivist í Kraks Blå Bog í 2010. Og tá fekk hann eisini hægsta heiðursmerki frá danska ítróttarsambandinum, DIF. Og í 2011 varð hann valdur ársins leiðari í Føroyum.

Heðin hevur sitið sum formaður í Kommunufelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hevur sitið sum limur í SEV-stýrinum og í stýrinum fyri Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla. Hann varð valdur aftur í løgtingið í 2015 og til kommunuvalið í 2016 fekk Heðin fleiri enn 2500 persónligar atkvøður. Hann situr í andstøðu hesa setuna, men røkir starvið sum løgtingsmaður, har hann eisini er næstformaður á Føroya Løgtingi.

Býráðsarbeiði
Heðin varð valdur inn í býráðið á listanum hjá Peturi í Gong - borgaralistanum - í 1972 við 74 atkvøðum. Hetta var rættiliga nógv tá, serliga fyri ein lutfalsliga ókendan ungan mann. Hann gjørdi serliga vart við seg innan ítróttar- og ungdómsarbeiði og trivnaðarmál. Hann var við til at stovna bæði SU, sosialistiskt ungmannafelag og frítíðarfelagið Kaggan.

Hesa fyrstu tíðina, Heðin sat í býráðnum, varð býarætlanin fyri Havnina gjørd. Hetta var ein stór ætlan, sum vísti komandi ringvegirnar og førdi við sær nógvar ognartøkur. Men úrslitið sást - Konmansmýra varð bygd, Tórsbyrgi, Ternuryggur, SMS kom og Eysturskúlin varð bygdur. Molin varð longdur og Vesturkirkjan bygd. Havnin var í fullari ferð á veg inn í framtíðina og Heðin var valdur aftur í 1976 við fleiri atkvøðum enn Petur í Gong.

Tey fyrstu 16 árini umboðaði hann borgaralistan. Í 1988 varð Heðin valdur í býráðið fyri Sambandsflokkin og í 1998 í Løgtingið. Í 2004 fær Heðin boðið at gerast borgarstjóri og í tí telvingini verður hann ekskluderaður úr Sambandsflokkinum og fer upp í Javnaðarflokkin og gerst borgarstjóri í 12 ár eftir 32 í býráðspolitikki.

Í mong ár hevði Heðin fleiri álitissessir, eitt nú sum nevndarformaður fyri sosialu nevnd, mentanarnevnd og býarskipanarnevnd. Men sum borgarstjóri gjørdi hann - sum varaborgarstjórin Jógvan Arge tók til - "sum fólk vildu hoyra og hava". Takkarlønin kom við 2200 atkvøðum í 2008 og í 2012 setti hann met við 2637 atkvøðum.

Seinastu árini hevur býráðspolitikkurin verið merktur av t.d. støðugt hækkandi systkinafrádrátti og hækkandi barnafrádrátti. Nýggir skúlar eru og verða bygdir. Nýtt røktarheim. Nýggjar ítrótta­hallir. Stór og dygdargóð mentanar- og trivnaðartilboð. Bussleiðin. Uttan­dura venjngartól, ið øll kunnu brúka ókeypis. Skoytuvøll. Nýggjan musikkskúla. Trappan í Vágsbotni, Skúlan á Fløtum, Tórsvøllur, útbygging av Tórshavnar Havn, Finsen og brúgvin um Sandá.

Í yvir 100 ár hevur Tórshavnar býráð bert havt tveir borgarstjórar, sum hava sitið tríggjar setur, í tilsamans 12 ár. Teir eru Heðin Mortensen og Poul Michelsen. Fáir politikkarar hava sitið í Tórshavnar býráð longri enn 24 ár. Trygvi Samuelsen og Jan Christiansen sótu í 28 ár og Petur í Gong í 34 ár. Men tá henda setan er liðug, hevur Heðin Mortensen sitið í Tórshavnar býráð í samfull 48 ár.

Tórshavnar kommuna takkar Heðini fyri gott, drúgvt og trúfast samstarv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo