Lágargarður hátíðarheldur í hesum døgum 30 ára stovningardagin. Í dag var stór samkoma á Lágargarði fyri búfólk, starvsfólk og gestir annars. Vegna kommununa hildu Annika Olsen, borgarstjóri, og Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini, røður.
Annika hugleiddi um, at vit verða fleiri eldri, at eldri fólk í nógv størri mun koma at merkja gerandisdagin í samfelagnum í framtíðini. Yvirhøvur verða tað frísk og ferðug eldri, tí ikki bara liva vit væl longri, vit liva eisini betri.
- Í dag hátíðarhalda vit 30 ára dagin hjá Lágargarði. Her hava ikki færri enn 1.254 fólk búð sum húsfólk ella verið til umlætting hesi 30 árini. Og telja vit allar familjurnar og tey avvarðandi uppí, so eru tað mong túsundtals fólk, sum hava havt tilknýti til Lágargarð so ella so hesi 30 árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo