Leygardagin skipaði eigarafelagið millum Gilja fyri hugnaligum haldi, nú 30 ár eru liðin, síðani fyrstu fólkini fluttu inn í húsini ovarlaga í Hoyvík. Um dagin varð grillað, og undirhald var á skránni. Og um kvøldið savnaðust grannar og vinir í tjaldi at hátíðarhalda 30 ára føðingardagin hjá býlinginum millum Gilja.
Kristjan Martin Joensen er formaður í eigarafelagnum millum Gilja. Við liðina á honum á myndini stendur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, sum eisini helt røðu hetta kvøldið. Niðanfyri er røðan, sum forkvinnan í byggi- og býarskipanarnevndini helt til veitsluna.
“Í Føroyum hava vit frá fornari tíð búð tætt saman í bygdum og býlingum kring landið. Men hóast hesa longu siðvenju, hava vit sæð fá samanbygd hús. Nøkur undantøk eru. Og tá ið hugskotið um býlingin millum Gilja spratt í áttatiárunum, varð av sonnum slóðað fyri nýggjari bygging í Tórshavnar kommunu.
Fara vit eitt sindur longur aftur í tíðina, vórðu raðhús bygd í eysturbýnum við Bókbindaragøtu. Fram við Jóannesar Paturssonar gøtu smíðaðu teir eisini samanbygd hús. Síðani var ein longri steðgur, til farið varð undir Tórsbyrgi, sum Tórshavnar kommuna setti í verk í tøttum samstarvi við íbúgvarnar. Síðani kom Berjabrekka.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo