Nógv fólk vóru komin saman í hølunum hjá Heilsu- og Umsorganartænastuni nú seinnapartin til eina fráfaringarløtu í sambandi við, at Hensia Einarsson leggur frá sær.
Annika Olsen, borgarstjóri, legði fyri við at takka øllum, sum komin vóru saman í dag at takka Hensiu fyri drúgvt og vælútint verk, nú hon hevur valt at leggja frá sær og av fullum huga fer at njóta lívið, tá hon nú gerst pensjónistur tann 19. november.
- Fyri hálvumfjóðra ári síðan varð eg uppringd av kringvarpinum, sum vildi hava meg til eitt sokallað "kaffiprát" niðri í Kaffihúsinum. Hetta var ein sending, har ein lurtari fekk høvið at hitta ein persón eftir egnum ynski og so at seta viðkomandi nakrar nærgangandi spurningar.
- Lurtarin var sjálvandi Hensia og eg fekk sum landsstýrskvinna fyri eldraøkinum álvarsliga oyruni í maskinuna og varð bæði tráspurd og forhoyrd um alt frá eldrapolitikki til persónliga matgerð.
- Hon mundi kortini hava rímiliga stórar ambitiónir um meg, tí hon rundaði av við at spyrja, um eg hevði hug at gerast løgmaður. Tá eg svaraði, at eg ikki hevði sagt nei, rundaði hon prátið turrisliga av og segði: "Nei, eg hugsaði tað".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo