Í morgin, tann 12. desember, eru 10 ár síðani VP - tá Vágaportalurin - var fyrstu ferð at síggja á alnótini.
Nakrar mánaðir undan stovningardegnum, tann 12. desember 2007, fór Ólavur í Beiti undir arbeiðið at fyrireika tað sum tá bleiv til Vágaportalin. Hetta gjørdi hann saman við Jóhan á Ørg, sum tók sær av roknskapinum.
Ikki nógvir portalar vóru tá, og bløðini høvdu ikki av álvara kastað seg inn í kappingina á netinum.
Umleið 6 ár seinni broyttist hetta so, at Ólavur í Beiti einsamallur yvirtók Vágaportalin og broytti í sama viðfangi navnið til vp.fo. Og fyri skjótt fýra árum síðani skifti VP, sum portalurin nú verður nevndur á mannamunni, aftur eigara, tá Gunnar Skúvadal keypti hann.
Ólavur í Beiti er í dag høvuðsredaktørur, og hóast hann í hesum døgum tekur sær av løttum í Istanbul (hann fylti 65 ár í farna mánaða) so er tað ongin forðing fyri, at hann kann skriva og leggja út tíðindi hagani.
Felagið handan VP keypti fyri tveimum árum síðani húsini á Grønlandsvegi 38 í Havn, har møguleiki er hjá journalistum og øðrum við tilknýti til VP at halda til, og har fleiri aðrar fyritøkur eisini halda til. Men møguleikin sum netmiðilin gevur fólki at kunna arbeiða har, tey eru, vigar tungt, og tí eru reglurnar, tú nú lesur, skrivaðar í Vestmanna, ímeðan aðrar av dagsins søgum eru skrivaðar aðrastaðni í Føroyum og uttanlands.
VP fekk herfyri eina 'andlitslyfting' tá sniðið bleiv broytt nakað. Og í fleiri umførum er tøknin ella 'motorurin' handan portalin skift fyri betri at kunna gagnnýta nýggjar møguleikar, sum netið gevur.
VP er í dag ein frælsur miðil, óbundin av øllum politiskum og fíggjarligum áhugamálum. VP hevur onki tilknýti til politiskan flokk men virðisgrundarlagið er merkt av borgarligum frílyndi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo