Tórbjørn Jacobsen á Facebook: Hesin knassin fyllir 70 ár ídag. Absalon í Buð. Pimmi. Tað var ein serstakliga hugnalig løta í kappróðrarneystinum í Árnafirði, í kvøld, á trettandu, táið hendan legendan varð heiðrað sum tað sømir seg.
Pimmi hevur mangan brattan farið. Hevur roynt tað sum roynast kann á sjónum, sitið í ótali av nevndum, eisini sum formaður, og so hevur hann hartil verið djáknur í kirkjuni í heimbygdini, Hvannasundi, í eitt mannaminni.
Maðurin er alkendur í almenna rúminum. Hann er ikki ræddur fyri at siga sína hjartans meining, líkamikið hvør ið stendur fyri, hann orðar seg stutt og koncist, sum oftast fáa vit bara kjarnan í substansinum, og høvdið er øgiligt. Hann er flogklókur, roknar sum ein kompjútari og er altíð sera væl fyrireikaður, táið hann møtir á fundi.
Vit báðir hava sitið í umboðsráðnum hjá Norðoya Sparikassa í áravís, plaga at sita lið um lið, tá fundur er, og sum oftast megna vit ikki at halda okkum aftur, táið orðið er frítt at taka á fundunum.
Pimmi er fólkafloksmaður, og sum eg segði í røðuni í Árnafirði í kvøld, so havi eg ein positivan mistanka um, at hann eisini er loysingarmaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo