Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hon er javngomul við russisku kollveltingina. Hon hoyrdi fyrstu tíðindini úr fyrsta radionum í Klaksvík. Og sá fyrsta bilin koma til bygdina. Í dag helt hon 100 ára dagin á Boðanesheiminum.

Annika Olsen, borgarstjóri, var ein teirra, sum helt røðu fyri Ingeborg. Hon segði, at tað hevði verið stuttligt at lesa tað, sum næstringar høvdu skrivað niður um Ingeborg í sambandi við føðingardagin.

- Eg veit ikki um mann kann siga, at tú vart ein tungur burður, men tað má uttan nakran iva vera eitt eindømi, at tað skuldi ein týskur kavbátur til at seta mammu tygara í gongd, so tygum kundu verða fødd hendan dagin undir fyrra heimsbardaga - tann 27. oktober 1917.

- Tygum hava upplivað nógv. Fyri okkum er tað eisini serskilt at vera saman við einum fólki, sum sá fyrsta bilin koma til Klaksvíkar og upplivdi at hoyra tíðindi úr fyrsta radio í bygdini, sum tá bara taldi um túsund fólk.

- Fyri okkum, sum eru mansaldrar yngri, tykist søguliga perspektivið so øgiliga langt og breitt.

- Vit hoyra vanliga ikki nógv gott um tey fátøku tríatiárini. Men tú og systurin Hanna - sum vóru føddar sama ár - komu kortini higar til Havnar, har tit komu at búgva hjá Nainu, sum tá hevði húsarhaldsskúla.

- Stuttligt er eisini at hoyra, at tygum tá búðu saman við Daniellu Olsen - og at tit nú aftur búgva saman her á Boðanesheiminum, nú Daniella er vorðin 104 ára gomul.

- Tá pápi tygara gjørdist amtslækni í Føroyum komu tit øll at búgva í amtslæknahúsunum úti við Rættará. Tygum fingu millumskúlaprógv frá Færøernes Mellem- og Realskole longu í 1933 og fóru beint til Silkeborg at taka matematiskt studentsprógv. Tá var ongin studentaskúli í Føroyum.

- Eftir lokið prógv í 1936 fluttu tygum til Keypmannahavnar, har tygum fyrst tóku filosofikum - og har tygum gjørdust útbúgvin tannlækni í 1946.

- Fyri mær sum fyrrverandi svimjara er sera áhugavert at síggja, at tygum longu á ólavsøku í 1939 gjørdust føroyameistari í "50 metra ryggsvimjing við yvirtaki."

- Eg skal ikki fara at samanbera svimjitíðir hjá okkum báðum - men mann hómar eitt sindur av lítillætni, tá tygum halda, at úrslitið bara var so gott, tí tit vóru so fáar, sum kappaðust. Tí eg veit av royndum, at tess færri eru i toppinum, tess harðari er kappingin.

- Tygum og Jóannes - sum vit øll kendu undir navninum Mús - giftust á Ráðhúsinum í Keypmannahavn í 1942. Hetta var undir týsku hersetingini og tað kann ikki hava verið nakað lætt lív í danska høvuðsstaðnum, eins og at tit vóru fullkomiliga avskorin frá Føroyum.

- At støðan mangan hevur verið ræðulig sæst m.a. á, at tygum í starvi hjá skúlatannlæknastovuni hjá Keypmannahavnar kommunu fingu ta tungu lagnu at skula avgerða, hvørji av teimum neyðars børnunum skuldi fáa doyving, sum tá var avmarkað.

- Tit komu heimaftur nøkur ár eftir krígslok, tá Jóannes fór at starvast á Jarðfrøðissavninum og tygum fóru at starvast hjá Magnusi Jensen, tannlækna í Dr. Jacobsensgøtu.

- Tá var ikki sum nú og fleiri eru søgurnar um, at tygum ávís tíðarskeið einsamøll vóru tannlækni í býnum. Vanliga tannrøktin skuldi eisini røkjast, samstundis sum tygum skuldu taka tygum av hvørji tannapínu og øllum bráðneygum tannarbeiði í býnum.

- Tygum eru vælsignað við fimm børnum, 14 ommubørnum og ikki færri enn 21 langommubørnum. Tað er stórt at hava so nógvar eftirkomarar.

- Lív tygara er ein staðfesting av, at tað at gerast eldri ikki er at missa ungdómin, men tað er at taka nýggj stig við nýggjum møguleikum og nýggjari styrki. Tygum hava livað eitt langt og ikki altíð lætt lív, har tygum hava sæð møguleikarnar framum forðingarnar.

- Eg skal tí vegna Tórshavnar kommunu bera eina heilsu til tygara í dag og ynskja tygum hjartaliga tillukku við stóra degnum og ynskja tygum eitt blítt lívskvøld, við tøkk fyri tað fyrimyndarliga arbeiði, tygum hava latið úr hondum, og tann førning, tygum hava latið víðari til næstu ættarliðini, segði Annika Olsen at enda í røðuni fyri Ingeborg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo