Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hon var ein av teimum fyrstu, sum byrjaði í starvi í Býlingshúsinum millum Gilja, og nú gevst hon vegna aldur. Hildigarð Berg hevur starvast í vøggustovuni í samfull 28 ár, nú hon fer frá fyri aldur

- Hesar kvinnurnar báðar hava nátt ein høgan aldur

Í dag eru liðin 100 ár síðani realskúlin í Kongagøtu varð tikin í nýtslu. Presturin A.C. Evensen vígdi skúlan í fimleikahøllini, og bæði næmingar og avvarðandi vóru við til vígsluna. Hetta var 1. september 1916

Í sambandi við at Skálavíkar kirkja verður 125 ár verður skipað fyri hátíðargudstænastu sunnudagin 4. september

Hon kom á fyrsta sinni til Føroyar at vitja tónleikavinir her í 1993. Lukkutíð eydnaðist tað okkum, sum tá stjórnaðu fyri sjúkrahúsverkinum, at yvirtala Ulrike at taka við starvi sum barnalækni á Landssjúkrahúsinum

Í 1866 fluttu Poul Sivert Sivertsen og kona hansara úr Hvannasundi og yvir um Sundið, og 28. august reyk á fyrsta sinni úr ljóaranum í nýbygdu sethúsum teirra

Neyvan finst meiri forvitnisligur og fjøltáttaður blaðstjóri her á landi við so mongum hugskotum, víðfevndari nýhugsan og áhaldandi trongd eftir nýskapan

- Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og onnur við, hava so nógv at takka Birgari Johannessen fyri. Birgar hevur savnað tilfar um Havnina, sum ikki kann virðismetast nokk og ikki kann roknast út í peningi

Mikudagin 13. juli 2016 verður Havstein Ellingsgaard, Runavík, 90 ár

Tann 8. juli 1916 varð Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, borin í heim, og hann hevði fylt 100 ár fríggjadagin, um hann enn var á lívi. Helmsdal er sostatt javngamal við fyrsta landsvegin, sum eisini fyllir 100 ár í ár

Yonathan Netanyahu, elsti sonur Ben-Zion and Zila Netanyahu var føddur í New York City í 1946. Foreldur hansara vóru har í arbeiði at seta ísrealska statin á stovn. Yoni, var hann kallaður

Anna Louisa Joensen, vanliga kallað Anna, fyllir 100 ár í dag. Dagurin varð hildin á Tjarnargarði. Ein av røðarunum var borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen

- Ein merkismaður sum setti síni heilt serstøku spor í Føroya søgu á samfersluøkinum

Danski Tjóðbankin sigur í grundgevingini fyri at lata legatið, at Streinprent er eitt av mest sermerktu grafisku verkstøðunum í Norðurlondum

Í útivið 40 ár eru liðin síðani Jaspur Petersen gjørdist kommunulækni í Klaksvík. Nú hann gerst 70 ára gamalur, leggur hann fasta starv sítt frá sær, og tað var í hesum sambandi at býráðið vildi halda eina takkarløtu fyri honum

Í gjár giftust Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelg, og Jakobina Ellingsgaard. Í dag, 19. juni, hava tey opið hús í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági frá kl. 16.00

Í dag 10. juni eru 40 ár liðin síðani Sosialráðgevarafelag Føroya varð sett á stovn. Dagurin verður hátíðarhildin við einum limatiltaki seinnapartin og í kvøld fara limirnir at hava ein veitsludøgverða

Í dag fyllir Daniella Olsen 103. Her er hon avmyndað saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, sum vitjaði inn á gólvið við blómuheilsan frá Tórshavnar kommunu

Mánadagin 6. juni fyllir Reyða Kross Endurnýtsluhandilin í Vági fimm ár

1. juni hevði Katrin Poulsen 30 ára starvsdag hjá Nes kommunu, øll árini sum dagrøktarleiðari

Herfyri var hátíðarhald hjá IRF tí ikki minni enn tvey av starvsfólkunum hátíðarhildu 25 ára starvsdag. Tað eru Marius Jacobsen og Jógvan Páll Danielsen, ið báðir fyri stuttum hava havt 25 starvsdag

Á samkomu á ráðhúsinum í Keypmannahavn í dag, fekk Maria Johannesen eina bronsumedalju handaða frá Hennara Hátign Drotningini fyri sítt góða avrik í samband við sveinaroyndina til útbúgvingina sum ursmiður

- Fyri meira enn 90 árum síðani stóð ein 6 ára gamal smádrongur undir grótgarðinum millum gamla Sparikassan og gamla Ebenezer og eygleiddi børnini, sum fóru í sunnudagsskúlan í Ebenezer

Hósdagin 2. juni verður føroyska sjómansheimið Ørkin í Reykjavík 25 ár. Í tí sambandi verður skipað fyri gudstænastu og móttøku leygardagin 4. juni

Á samkomu í Ingálvsstovu á Ráðhúsinum í morgun fekk Ole Clausen handaða Dronningens Fortjenstmedalje fyri 40 ára trúgva tænastu hjá Tórshavnar kommunu

Í dag, 19. mai, fyllir listamaðurin Zacharias Heinesen 80 ár

- Leygardagin 14. mai fyllir bygdarmaður mín, Jón Olsen, áttati ár

Í sambandi við at John Færø, trivnaðarstjóri hevur starvast hjá Klaksvíkar kommunu í 25 ár, varð skipað fyri hátíðarløtu í býráðshúsinum í dag

- Fyri uttan at vera kóngsbóndi, má Jóannes Patursson av sonnum sigast at vera slóðarin mikli fyri okkara tjóðarbygging

- Fyrsti partur av hansara politiska lívi var nevndur í dokumentarinum hjá Kringvarpinum í kvøld, men ikki krúnan á verki hansara

- Nú 60 ára dagurin er hátíðarhildin, kunnu vit fegnast um, at tað arbeiði, ið varð sett á stovn í 1956, hevur ment seg til ein stovn, við trimum vælvirkandi deildum

Hósdagin 26. mai hevur Tórshavnar kommuna virkað sum kommuna í 150 ár. Í hesum sambandi verður hátíðarhald dagarnar 26. til 29. mai. Á skránni verða framsýning, kvøldseta, konsert, barnatiltak og hátíðarguðstænasta

Magnstøðin við Streymin, sum í dag hátíðarheldur 40 ára stovningardagin, hevur øll árini verið rikin av familjuni hjá Leif Niclasen

Javngongd við ársdagin hjá POSTA, er søgan um karismatiska stjóran á frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, sum eisini hevði 40 ára starvsdag tann 1. apríl

- Heðin varð føddur á Brekkunum í Trongisvági 7. apríl 1946. Reiðiliga farin í skúla flutti familjan til Havnar. Heimurin hjá Heðini gjørdist økið millum Kongabrúnna, Abbatrøð og Glaðsheygg

Í dag fyllir borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, 70 ár

Tann 26. mai 2016 eru liðin 150 ár, síðan Tórshavnar kommuna fór til verka sum sjálvstøðug kommuna. Í tí sambandi skipar kommunan fyri fleiri tiltøkum í summar

Mánadagin 28. mars eru liðin 80 ár, síðani Fótbóltsfelagið B36 varð stovnað

Í dag er 8. mars - Altjóða Kvinnudagur. Dagurin hevur sín uppruna í USA, men Lenin yvirtók hann. So fór hann í gloymskuna, til ytsti vinstravongur leitaði hann fram aftur, og síðan gjørdist hann dagur, ið øll kunnu fylkjast um

Móttøka var seinnapartin í Hoyvíkar skúla, nú skúlastjórin seinastu nærum 13 árini, Birgit Arge, er farin frá vegna aldur

Í sambandi við at Fuglafjarðar sløkkilið fylti 45 ár 22. februar, verður opið hús á brandstøðini í Fuglafirði leygardagin frá kl 13-16

Við umleið 2000 limum er Starvsmannafelagið í dag eitt hitt størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum her á landi og kann við sínum breiða limaskara sammetast við eitt yrkismeginfelag aðrasteðs

Týsdagin 23. februar fyllir Hvíldaheimið 80 ár. Í hesum sambandi kemur út bók um søguna hjá Hvíldarheiminum frá 1936 - 2016

Kommunufelagið hevur í longri tíð verið limur í KIMO, og hevur Fishing for Litter fingið góða undirtøku millum fiskimenn. Eisini hava kanningar í føroyskum høpi víst á vaksandi trupulleikan av elalítlu plastpettunum, sum hótta fisk, fugl og djór

Sunneva, sum er ættað av Sandi, er ein kend býarmynd í Havnini, bæði sum sjúkrasystir og sum handilskvinna. Ein lítil hátíðarløta var á Ellisheiminum í Havn seinnapartin

- Elin Løkin hevur hildið 30 ára føðingardag við einum sonnum braki í Løkshøll

Ein tann víðagitnasti føroyingurin uttanlands, Hans Skálagarð, fyllir 92 ár í dag. Hann málar enn hvønn dag

Í morgun var hátíðarhald á Ellisheiminum í Havn fyri Unn Dam, sum í dag hevur 30 ára starvsdag

Mary krúnprinsessa hevur 44 ára føðingardag í dag. Í tí sambandinum hevur TV 2 savnað myndir frá hennara tíð sum prinsessa í Danmark

Í dag 2. februar – á kyndilsmessu – eru 30 ár síðani Jógvan Fríðriksson, biskupur, byrjaði í fyrsta embæti sínum sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi við bústaði á Viðareiði