Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

BETRI: 185 ár eru liðin síðani Katrina Maria Jógvansdóttir (Cathrine Maria Johannesdatter), arbeiðskona úr Hvalvík, stovnaði fyrstu kontuna í Færø Amts Sparekasse (Betri Banki) 24. august 1832.

Fyrsta innskotið í sparikassan var í silvurmyntum, 29 dálar og 48 skillingar, umleið 59 krónur, og svarar tað til 24 gramm av gulli, sum í dag hevði havt eitt virði á góðar 6.000 kr.

Katrina Maria Jógvansdóttir var ættað úr Hanusarstovu í Hvalvík og var dóttir kongsleiglendingin har.

Tann sonevnda Trælalógin (1777-1846) var framvegis í gildi, tá ið Færø Amts Sparekasse, nú Betri Banki, varð stovnaður. Hetta merkti, at Katrina Maria ikki hevði loyvi at gifta seg, tí beiggi hennara sum elsti sonur arvaði festið og hon soleiðis gjørdist ognarleys.

Hon livdi tí alt sítt lív sum ógift arbeiðskona. Tann næsti, sum setti pening inn í Betri Banka, var ein húskallur hjá einum av teimum fyrstu stjórunum í sparikassanum, Struer prósti í Jansagerði. Hann setti inn tíggju dálar í seðlum.

Trælalógin, sum hesin húskallurin eisini var fevnur av, álegði húsbóndum at gjalda løn í pengum til arbeiðskonur og húskallar, umframt at tey skuldu fáa mat og klæði. Henda ásetingin var ein roynd at fáa eitt ávíst peningarensl í Føroyum.

Tí vóru tað ein arbeiðskona og ein húskallur, ið vóru nakrir av teimum fáu samtíðar føroyingunum, sum áttu reiðan pening at seta inn og sostatt vórðu fyrstu kundarnir í dagsins Betri Banka. 185 ár seinni eru fleiri enn 28.000 kontur í bankanum við umleið 7,5 mia. krónum í innlánum.

Um hetta mundið var tað óhugsandi, at konufólk fóru at ferðast. At fara av bygdini var mannfólkaarbeiði, ikki bert tá farið var til útróðrar ella í grind, men eisini at gera ørindi í Havn.

Tí er sera sannlíkt, at hóast Katrina Maria var slóðbrótandi, so slapp hon ikki sjálv av bygdini við hesi stóru upphædd í 1832. Hinvegin verður mett, at hon læt bróður sín Tummas Mikal taka silvurdálarnar við fyri seg, tá hann kortini fór til handils í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo