Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í gjár, 3. september, vóru 65 ár síðani Klaksvík bókasavn var sett á stovn. John Reid Bjartalíð var undangongumaður at seta bókasavn á stovn, og starvaðist hann eisini á bókasavninum í mong ár.

Fyrstu tíðina húsaðist bókasavnið í leigaðum hølum úti í Búðunum, har KFUM og K hevði hildið til. Síðani hevur bókasavnið húsast í øðrum leigaðum hølum, men í 1977 flutti bókasavnið undir egna lon á Biskupstøð, har bókasavnið er í dag.

Í sambandi við 65-ára dagin eru øll vælkomin til kaffi við onkrum góðum afturvið í dag, mánadagin 4. september. Harafturat er ein framsýning sett upp við søguni um bókasavnið, og hon verður at síggja alla vikuna.

Heimasíðan hjá bókasavninum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo