Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í morgun var lítið hátíðarhald á Ráðhúsinum í sambandi við, at Høgni Krossteig Nielsen, sum hevur starvast í 25 ár hjá Tórshavnar kommunu, nú leggur frá sær fyri aldur.

Annika Olsen, borgarstjóri, nevndi, at tað helst er sjáldsamt, at ein 25 ára starvsdagur fellir saman við seinasta arbeiðsdegi.

- Men nú uppliva vit so, at Høgni, sum trúfast hevur tænt kommununi síðan undan ólavsøku í 1992, fer frá fyri aldur.

- Høgni hevur verið sera vællýddur leiðari fyri kirkjugarðarnar við Velbastaðvegin, Kirkjubø og Kaldbak.

- Hann arbeiddi á lendisdeildini í mong ár og hevur gjøgnum árini luttikið í øllum arbeiði í kirkjugarðinum.

- Høgni hevur verið eitt satt álit, tá tað snýr seg um rættar mannagongdir í sambandi við alt, tað sum fer fram í samband við jarðarferðir og dagligan rakstur og fyriskipan av kirkjugørðum.

- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at kommunan júst á hesum øki hevur fólk, sum vit øll altíð kundu seta okkara álit á, at alt verður fyriskipað á rættan hátt og rætt, og siðiliga og sømuliga frágingið.

- Høgni hevur havt fjølbroytt arbeiði. Mong kenna hann sum førara á líkvogninum gjøgnum fleiri ár, hann hevur eisini verið maskinførari og havt røktararbeiði í Viðalundini. Og frá 2008 hevur hann verið gravari og leiðari fyri kirkjugarðarnar.

- Tað eru nógvar broytingar hendar hesi árini, m.a. hevur Høgni verið við til at talgilda allar gravirnar, so fólk nú kunnu logga seg inn á eina skipan við fjølbroyttum upplýsingum um tey, sum grivin eru.

- Eg fari vegna Tórshavnar kommunu at takka tær fyri títt altíð nærlagna arbeiði og fyri tína tíð sum starvsfólk hjá kommununi hesi seinastu 25 árini.

- Hjartaliga tillukku við 25 ára degnum - og alt tað besta, nú tú eisini leggur frá tær, segði Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari røðu fyri Høgna Krossteig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo