Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Ungur var hann – 17 ára gamal – tá hann fór úr Føroyum fyri at liva eitt lív í spenningi og upplivingum, hevur ongantíð verið ræddur fyri at taka avgerðir og fekk tí eitt sera ríkt lív

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti, at 17% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. 80% av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av

Í gjár, 27. mai, hevði Randi Johannesen, sum hevur starvast á Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, í 37 ár, fráfaringarmóttøku

Tað verður hildið á Býarbókasavninum á Mentanarnáttini 4. juni frá kl. 17-21

- Í dag fyllir pápi okkara 80 ár, og vilja vit við hesum senda honum eina føðingardagskvøðu

Eisini varð honum ynskt ein blíðan byr á lívsleiðini við ynskjum um Guds signing

Vit vóru á staðnum við myndatólinum tá hondbóltsfelagið í Hoyvík helt 50 ára føðingardagin í dag

Í dag eru liðin 50 ár, síðani felagið Javni varð stovnað. Nógv fólk hátíðarhildu runda dagin á Vaglinum. Bæði røður og tónleikur vóru á skránni

- Bygdirnar Sandvík og Hvalba eru millum elstu bygdir í landinum. Hvalba er landnámsbygd, og vit hoyra um Sandvík í Føroyingasøgu

Fýra sjúkrarøktarfrøðingar hava rundað meira enn tíggju ár í starvinum, og í hesum sambandi var ein móttøka fyri teimum í Heilsuhúsinum seinnapartin

Seinnapartin gav Heðin Mortensen, borgarstjóri, teimum báðum Kaj Hammer og Andrass Joensen eitt herðaklapp. Teir fingu báðir handað heiðursbrøv í sambandi við teirra stóra arbeiði fyri føroyskt bátasmíð

Eftir 35 árum í starvi hjá Tórshavnar kommunu takkaði Jóhan Carl Dam fyri seg í morgun. Í hesum sambandi var lítil samkoma á Brennistøðini á Hjalla

Í nærum 46 ár hevur Johanna Cathrina arbeitt sum bókavørður á Býarbókasavninum. Seinnapartin var ein fráfaringarløta fyri henni í Posthúskjallaranum

Fýra heimahjálpir hava rundað meira enn tíggju ár í starvinum og í hesum sambandi var ein móttøka fyri teimum í Heilsuhúsinum seinnapartin

- Fyrr í mánaðinum gjørdist Jan Müller sjeyti ára gamal

Tað er ikki so at fylla 75. Børnini í Spíranum í Havnardali høvdu gjørt stórarbeiði burturúr at hátíðarhalda føðingardagin hjá borgarstjóranum

Tær komu til Føroya fyri 90 árum síðani fyri at hjálpa familjum, sum høvdu tørv á hjálp. Og tær eru her enn

"Spørge ind" til ella sum ofta hoyrist á tingsins røðarapalli "spyrja inn til" er ikki málburður sum hóvar donsku Drotningini

Fólkakæri Njál Mackay Djurhuus fyllir runt í dag. Birgit og Svenning av Lofti heilsa honum her við eini yrking

Jørgen Holme, fyrrverandi stjóri í Atlantic Airways, fyllir 60 ár fríggjadagin 9. apríl

Greipuvinnararnir hava latið borgarstjóranum nýggju HB-troyggjuna. Besta mansliðið hjá HB fer at spæla fyrsta dystin í nýggju troyggjuni sunnudagin

Ólavur Frederiksen tók nakrar myndir, tá ið Havnar Hornorkestur spældi fyri Heðin Mortensen í morgun í sambandi við at borgarstjórin fyllir 75 ár í dag

Klokkan 7.30 í morgun spældu nøkur úr Havnar Hornorkestri fyri borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen, sum fyllir 75 ár í dag

Í morgin, 7. apríl, fyllir borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, 75 ár

Í dag er seinasti dagur hjá Sólju í Ólavsstovu sum Løgtingsins umboðsmaður. Hanna Vang tekur við starvinum 1. apríl, skrivar KVF

Ein av mest markantu politikarunum í Føroyum fyllir hálvrunt í dag. Hann hevur sitið í Løgtinginum síðani 1998 og hevur harumframt havt fleiri onnur álitisstørv

Tær tríggjar Sanna Pearce, Ina Saxov og Ann Mari Sivertsen hava allar starvast í meira enn 10 ár í Heimatænastuni í Tórshavnar kommunu

- Góði Rúni! Tú hevur verið mær ein stórur og støðugur íblástur, øll hesi árini eg havi fingist við politikk

Í dag eru liðin 90 ár, síðani Føroya elsta hondbóltsfelag varð sett á stovn. Neistin skipaði fyri føðingardagsveitslu í Gundadalshøllini seinnapartin

Í morgun var lítil samkoma, nú Klæmint Ludvig gevst fyri aldur. Klæmint er ein kend havnarmynd og byrjaði at arbeiða hjá býargartnaranum tann 1. mei 1996

- Kvøða til tónaskaldið, Sunleif Leivsson Rasmussen, á seksti ára degnum

Tá ið hátíðarhald var fyri Bernhardi Wilkinson í musikkskúlanum í gjár, nú hann fór um tey sjeyti, fekk tónleikaleiðari og stjórnarin eina serliga gávu frá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar Musikkskúli hátíðarhelt í gjár sjeyti ára føðingardagin hjá Bernhardi Wilkinson. Fleiri røður vórðu hildnar og góður tónleikur var sjálvandi á skránni

Herfyri blivu hesar fimm røsku, trúgvu og álítandi kvinnurnar á Eldrasambýlinum mintar á, at tær hvør sær hava arbeitt meira enn 10 ár hjá Tórshavnar kommunu

Í dag seinnapartin var lítil samkoma í Posthúskjallaranum í sambandi við, at Brynhild Zachariassen og Maria Simonsen hildu 25 ára starvsdag í barnatannrøktini

Signar P. Dam gevst sum kommunulækni 1. mars eftir nærum 50 árum í sama starvi

Í dag eru 60 ár liðin síðani størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, varð sett á stovn. Hetta varð hátíðarhildið í Smæruni og í hølum felagsins. Felagið eitur frá í dag Starvsfelagið

Í dag týsdagin 9. februar eru KFUM-Skótarnir í Havn 80 ár

Seinnapartin í gjár var samkoma í Skótahøllini við Havnará í sambandi við, at Skótafylki Sigmund Brestissonar hevur fylt 95 ár

- 6.februar fyllir Bjørn Krog 6o ár. Bjørn er ættaður úr Kalundborg á norðurvest Sjællandi, men býr nú í Havn

Metið hjá Drikku á Fløtti, sum elsta kvinna í Føroyum, er nú tikið, og nýggja metið eigur Nikala Laurina Franciska Jensen, vanliga nevnd Kala, skrivar KVF

Hon hevur vundið tvøguna fyri seinastu ferð eftir at hava vaskað fyri Tórshavnar kommunu í samfull 46 ár

- Beint undan jólum fylti Mads W. Hentze 90 ár

Í dag eru 150 ár liðin, síðani Poul Effersøe varð borin í heim

- Hóast ein aldrandi harri, er Óli P framvegis so ondsfrískur sum nakrantíð

Ein lítil samkoma var savnað í Skúlanum á Argjahamri seinnapartin, nú Louisa Poulsen í dag 15. januar hevur ikki minni enn 30-ára starvsdag sum skrivari

Í dag hátíðarheldur Wikipedia sín 20 ára føðingardag síðani stovnan tann 15. januar 2001. Enska útgávan hevur yvir 6 milliónir greinir - allar skrivaðar av sjálvbodnum- og føroyska útgávan 13.485 greinir

Hesir hava við prógvi sínum møguleika at arbeiða á einum vinnukavaratoymi

Í samfull 46 ár hevur Jákup Hansen starvast á Strandferðsluni. Útvarpið hevur tosað við Jákup Hansen

- Mánadagin 28. desember blívur Jógvan Elias Joensen í Leirvík 90 ár