Vælkomnin á Landsfund hjá Føroya Fiskimannafelag 2023. Samráðingar hava verið í ár fyri bæði handils- og fiskiskip. Vit hava tingast nógv við tryggingarfeløg, bæði føroysk og donsk. Vit hava havt fundir við politisku flokkarnar og nógv annað.
Handilsskip
Tá ið ritað var undir sáttmálan við Reiðarafelagið Fyri Handilsskip, vóru vit stak væl nøgdir, tí umframt at fáa eina lønarhækkan á 3,80% í 2023 og 4,04% í 2024, so vóru nøkur skip flutt uppá sama lønarlag, sum er í tænastuvinnuni.
Bátsmenn fáa umframt hetta eina viðbót á 1.000,- krónur um mánaðin.
Tá ið samanum kom, fingu vit lyft ein stóran part av okkara limum rættuliga langt upp í løn.
Fiskiskip
Samráðingar vóru eisini fyri fiskiflotan og tá ið vit ritaðu undir semingsuppskotið, varð dentur lagdur á, at tað skuldi ikki ganga út yvir, at manningarnar á trolarunum og garnaskipunum, at ov lítið av manning var umborð. Tað verður frá okkara síðu ikki hildið at vera rætt, at býtisprosentið fer niður, tá manningatalið lækkar. Tá hevur manningin meira at gera og eigur heilt víst at lønast fyri tað.
Vit hava flutt okkum rætta vegin, men tá ið færri mans eru umborð, so eru tað teir, sum gera arbeiðið fyri tann ella teir, sum vænta í. Tí er tað okkara mál, at manningin skal hava tann ella teir partarnar, sum teir gera arbeiðið fyri.
Semingsmaðurin upp í leikin
Samráðingarnar vóru harðar, og tað stóð í botni. Somikið vónleyst sá út, at semingsmaðurin var boðsendur. Vit vóru als ikki nøgdir at binda um við minkandi manningartali, og tí var semingsuppskotið havnað. Hóast Fiskimannafelagið hevði fingið nakað í semingsuppskotinum, hildu vit, at tað ikki kunna góðtakast í tí líki, tað varð latið okkum.
Reiðararnir hildu fast um, at teir ikki kundu lata meira fyri hesar skipabólkar, tí tað stóð so illa til. Tá vístu vit á, at so kundu vit hækka hýruna, har tað stóð betur til, men har hildu reiðararnir, at har forvunnu menn so mikið nógv, at tað kundi als ikki góðtakast, at teir fóru meir upp í hýru. Vit kundu sagt “latið ei søguna doyggja”, tí hatta er vanligt til samráðingarnar.
Vit vóru als ikki sinnaðir at gera ein sáttmála, har reiðarin ikki kundi garantera ein nógv betri minimum-sáttmála. Reiðarfelagið hevði góðkent semingsuppskotið, men vit vildu ikki rita undir. Hetta gjørdi, at tað sá rættiliga vónleyst út. So vandin fyri verkfalli var til staðar.
Vit vístu á, at menn stinga í sekkin, tí teir góðtaka ikki ta lágu tímalønina, umframt at slit og skaðar á fiskimenn gera, at lívsgóðskan verður verri og teir liva styttri enn aðrir starvsbólkar.
Endin varð, at ritað var undir sáttmálan við tí fyri eyga at hækka minstulønina úr Trygdargrunni Fiskivinnunnar. Partarnir í fiskivinnuni varða av hesum grunni, tí lat tað seg gera. Havandi í huga, at tað gongst so illa at manna dekkið á føroyskum skipum, so var avgjørt at hækka gjaldið. Tá ið vit høvdu fingið tað, varð ritað undir.
Hetta er ein lítil hjálp, men enn er langt eftir á mál.
Samlagstryggingar
Føroya Fiskimannafelag hevur tingast við fleiri tryggingarfeløg í árinum, ið nú er um at vera runnið, bæði her heima og uttan fyri klettarnar.
Vit halda fram í ALKA, sum gav okkum tað besta tilboðið, men føroysku tryggingarfeløgini eru nú sera nær við at verða kappingarfør.
Vit koma at hækka útgjaldið fyri hættisliga sjúku, men tað er serliga í frítíðartryggingini, at útboðið dekningurin bleiv betri.
Síðan vit fóru í holt við samlagstryggingarnar í 2007, so eru hagtølini fyri limir okkara batnað munandi. Men enn eru tað menn, ið ikki fáa pengar, tá ið hættislig sjúka rakar. Hetta er drúgt arbeiði, men vit flyta okkum rætta vegin, hóast vit kundu ynskt, at tað gekk skjótari. Vit gevast ikki her, men royna at gera tað betur alla tíðina.
Upphæddin er hækkaðar til 100.000 kr fyri hættisliga sjúku.
Felagið hevur eisini samrátt fram til, at nú eru limir felagsins fevndir av einari ábyrgdartrygging .
Tryggingarmál betri tænastu
Vit hava sett starvsfólk til at taka sær av tryggingarmálum. Hetta hevur víst seg at vera ein sera góð íløga. Hetta hevur bøtt nógv um tænastuna. Nú hava vit góða persónliga ráðgeving, um fólk kemur til skaða, ella vegleiðing til avvarðandi, um onkur av teirra doyr. Vit hava eisini – eins og onnur tryggingarfeløg – víðkað um samstarvið við myndugleikarnar í sambandi við andlát.
Inntøkutapstryggingin
Vit hava framvegis trupulleikar av inntøkutaps-tryggingini. Tað er teimum førum, tá ið skip liggja longur enn ta tíð, tryggingin hevur mett, at umvælingin av skaðanum fer at taka. Tað er ofta so, at tá skipið er farið á beding, so er lagaligt at gera umvælingar, ið ikki eru umfataðar av skaðanum, tá skipið kortini stendur á beding. Manningin metur seg eiga fyri alla tíðina, men tryggingin vísir til sýnið av skaðanum. Fiskimannafelagið hevur havt fundir við Sjóvartryggingina um hesi viðurskifti, so at manningin fær fyri fyri alla tíðina, sum hon er uttan inntøku. Hetta er ikki komið uppá pláss enn.
Slitnir fiskimenn
Tað eru nógvir fiskimenn, sum eru rættuliga slitnir. Tí er tað umráðandi, at vit sum samfelag klára at lofta teimum, sum vegna slit ella skaða leggjast uppi. Tað eigur heldur ikki at koma óvart á okkara myndugleikar, at fiskimenn eru meira útsettir enn flest øll onnur á arbeiðsmarknaðunum, tí arbeiðstíðin hjá nógvum av okkara fiskimonnum hevur verið fleirfalt tað, sum nógv onnur hava. Umframt hetta, so hava umstøðurnar hjá nógvum av okkara fiskimonnum verið út av lagi vánaligar, og hetta arbeiðið hevur givið fiskimonnum nógvar løstir á likamið. So eru tað tær tær sálarligu avleiðingarnar av ógvusligum vanlukkum og vandastøðum, sum fylgja einum alt lívið.
Tað gongur rætta vegin, og umstøðurnar eru vorðnar betur við árunum. Tað er at fegnast um, at fleiri skip nú vera bygd, har dentur verður lagdur á, at umstøðurnar hjá manningini skulu verða góðar. Dentur verður lagdur á, at arbeiðsgongdir skulu verða góðar og tryggar.
Eisini verður dentur lagdur á, at menn á frívakt hava góðar umstøður at hvíla seg. Tað er eitt satt frambrot, at nógvir fiskimenn nú arbeiða 12 tímar um dagin.
Enn eru tó nógvir fiskimenn, ið hava 18 til 20 tímar arbeiðsdag. Hetta eru alt ov langir dagar, og drenar menn fyri orku. Hetta ger, at menn ikki orka at ansa sær nóg væl og kann kosta lív ella gera fiskimenn óarbeiðsførar.
Tey gomlu offur fyri curling
Tey gomlu í dag eru ein hóttan ímóti búskaparligum haldføri. Tey verða í ávísum føri løgd undir, at verða forkelað og sjálvsøkin. Hetta verður sagt bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Tey ídnastu at føra hetta fram, eru fólk við sersømdum, eins og góð almenn løn og eftirløn, goldin av føroyskum skattakrónum. Møguliga er tað her, tað trýstir. Tey eru helst bangin fyri, at um tað ikki eydnast at ræna verkamannin enn meira, so verður minni til tey við sersømdum. Tað er eisini í teirra áhuga, at teirra børn fáa lut í teirra sersømdum, so tí ræður um at hála sum mest frá verkamonnum til aðalin, sum er ein meinbogi fyri sosialt rættvísi her á landi.
Tey flestu, sum eru omanfyri 50 ár, hava ikki fingið tær stóru sømdirnar frá almennu Føroyum. Tá ið tey gingu í fólkaskúla, rindaðu tey sjálv sínar bøkur. Tey flestu fóru út á arbeiðsmarknaðin uttan at fáa lut í nøkrum sersømdum. Tey vóru ágrýtin og høvdu langar arbeiðsdagar. Nógv høvdu fleiri munnar at metta og høvdu í nógvum førum ikki pening til at røkka hesum við eini verkamannaløn. Tað má vera hart at hoyra seg niðurgjørdan í heilum við pástandum, sum ikki hava hald í veruleikanum.
Tað vísir seg, at ein herferð er farin í gongd, sum skal mergsúgva verkamannin soleiðis, at hann helst onki skal hava á ellisárum.
Tað er bara tað betra slagið, sum er við til at gera eftirlønaruppskot og lógir. Tí er so lítið eftir til verkamannin, og tí verður støðan hjá verkamanninum ikki tikin við í eftirlønarlógum. Verkamaðurin er eisini meira ella minni setur til viks, tá ið tað kemur til at velja ráð, sum skulu ráðgeva myndugleikum. Eitt slag av kastu-skipan er tíverri veruleiki. Verkamaðurin hevur onki virði í eygunum á hesum radikalum brigslarum, sum á sín egna sekteriska hátt spinna pástandir, so at tey kunnu hála virðini frá verkamanninum til síni curling børn.
Sersømdir
Fiskimenn hava ikki tær serømdir, sum nógv onnur hava í lóggávuni. Saman við arbeiðsfólki, hondverkarum o.ø. eru vit sett til síðis í føroyskari lóggávu. Tá ið vit verða sjúk ella fáa eina uppsøgn, so hava vit ikki lógina at hjálpa okkum, sum so nógv onnur hava sambært lóg. Hví er tað so, mugu vit spyrja.
Møguliga er svarið, at tað er bert sersømdir hjá siðbundnu verkafjøldini, sum verður tosað um á løgtingið og í kringvarpinum. Tað verður ikki varpað ljós á sersømdir hjá fleiri starvsbólkum, sum eru so privilegerað, at tey eru vard av starvsmannalógini, fyrisitingarlógini ella lógini um starvsmenn. Tað er uppá tíðina, at øll verða eins fyri lógini.
Sjómannafrádráttur
Tað hevur av órøttum verið lagt eftir sjómannafrádráttinum úr øllum ættum. Eitt nú hava Landsbankin og Búskaðarráðið gingið á odda í einari jagstran av fiskimannastættini, har tey eitt nú á Breddanum sleppa at føra fram síni sjónarmið, uttan at vit fáa høvi svara aftur. Hetta er sera óunniligt rák. Altjóða samstarvspartar okkara, eitt nú altjóða flutningsarbeiðarafelagskapurin (ITF), øtast við av tí ágangin á tey, sum eru í føroysku fiskivinnuni.
Ein annar aktørur, sum hevur víst frá síni ringu síðu, er Vinnuhúsið, sum heldur, at sjómannafrádrátturin eigur at verða tikin frá hart arbeiðandi monnum. Hetta er óskiljandi, tí tað er ongin, sum fær so nógvan stuðul úr landskassanum, sum vinnan sjálv. Seinastu 10 árini hava almennu Føroyar latið limunum í Vinnuhúsinum 3 milliardir krónur. Nógvir av hesum limum í Vinnuhúsinum eru útlendingar, sum gera sær dælt av føroyska skattaborgaranum. Hetta er totalt “mad man’s”-logikkur.
Føroya Fiskimannafelag hevur havt politisku flokkarnar inni fyri at seta umboð teirra inn í hesi viðurskifti. Vit hava víst teimum talvu við ymiskum frádráttum, eisini sjómannafrádráttinum. Hóast vit hava sjómannafrádrátt, so manglar rættuliga nógv í, at vit eru á hædd við tær sersømdir, sum onnur í føroyska samfelagnum hava sambært løgtingslóg. Vit kallaðu politisku flokkaranar inn, so at løgtingslimir fingu betur kunning um, hvussu støðan veruliga er.
Vón okkara er, at Løgtingið ikki tekur lut í ágangi á fiskimenn, men velur at virða teir, eins og onnur í samfelagnum.
Sáttmálin við russar
Føroyskir slóðarar hava bygt nakrar av teimum mest framkomnu trolarum í heiminum. Hetta eru trolarar, ið flyta føroyska samfelagið risafet fram í tíðina. Við øllum hentleikum og nýggjari tøkni er hetta nakað, sum føroyska samfelagið kann fáa rættuliga nógv burturúr, bæði fíggjarliga, umhvørvisliga og menniskjaliga. Sanniliga hava føroyingar nógv at takka hesum monnum fyri, sum brenna fyri at geva føroyingum góð kor á øllum økjum. So skuldi ein trúð, at øll vórðu takksom. Ein skuldi næstan vænta, at øll vóru glað og fóru til dystin fús at taka eina hond í stríðinum fyri at leiða okkara land inn í eina bjarta framtíð.
Men myrkursins miðaldartankar saman við grovari øvundsjúku klára ikki tankan um, at onkur, sum ber landið fram á leið, fær ein vinning burturúr. Tað, sum kann fáa myrkursins bømenn úr sínum góða skinni, er, at fólk uttan stóra útbúgving fáa tað at bera til og forvinna pening. So er betur at halda tjóðini í armóð.
Kríggið í Ukraina er bert ein umbering fyri at leggjast á fólk í ávísum økjum í landinum, sum mann vil raka við sínum hevndarhuga. Tað eru eisini fólk í ávísum vinnum, sum skulu revsast bara fyri at hava eitt starv í ávísari vinnu. Hetta er beinleiðs svínaktig jagstran av friðarfólki. Kríggið er bert ein umbering fyri at kúga egið fólk.
Holodomor var eitt ágangandi átak, sum tey ráðandi í Sovjet framdu í móti einum øki, sum tey hataðu. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat hendir í Føroyum nú. Bara tað, at ein húkur skuldi setast upp í Klaksvík gjørdi, at fólk vóru um at fara úr sínum góða skinni. Tí onki! ... so absolutt onki má ella kann vera uttan fyri myrkursins bøgarðar. Hví skal so vera? Er ikki betur at samansjóða enn at spjaða okkara tjóð? Tí mugu vit fáa samhaldsfesti inn í samfelagið!
Dátuvernd
Krøvini til dátuvernd er herd nógv hesi seinastu árini. Fiskimannafelagið má eins og onnur, ið hava upplýsingar um hendi, hava øll viðurskifti í lagi í samsvari við galdandi reglur. Tí eru innanhýsis mannagongdir gjørdar, og vit hava avtalur við tey, ið umsita okkara skipanir, eins og lógin krevur.
Vit hava gjørt sáttmála við KT-veitara um trygd av okkara persónsupplýsingum og KT-skipanini sum heild.
Fiskivinnuting
Føroya Fiskimannafelag skipaði fyri Fiskivinnutingi á Sjómannadegnum. Hesa ferð var Fiskivinnutingið nakað øðrvísi, enn tað hevur verið undanfarin ár. Fiskivinnutingið varpaði ljós á virðisøking. Fleiri í fiskivinnuni vístu á, at teir alla tíðina royndu at fáa nýggjar framleiðslur at bera seg, men at tað ikki altíð so lætt, tí at ES vil ikki taka av tær tollforðingar, sum eru á framleiddum fiskavørum.
Vit eiga fólk við góðum hugskotum, men tey fáa ikki nýtt sínar gávur til fulnar, tí at marknaðaratgongdin er avmarkað í ES.
Heimasíðan
Vit hava gjørt nógv meira burtur úr heimasíðuni enn frammanundan. Vit leggja nú nógvar greinar út og hava eisini lagt meira av upplýsingum út um, hvussu okkara limir skulu bera seg at, tá ið sjúka ella skaðar raka. Limir okkara hava ynskt eina heimsíðu, sum hevur reglulig tíðindir. Endamálið er, at tá ið ein fer inn á heimasíðuna, fær ein tíðindir, ið hava við fakfeløg, sjógvin og arbeiðismarknaðin at gera, umframt mangt annað.
Veiðugjøld
Føroya Fiskimannafelag hevur ongantíð góðkent tær eykabyrðar, sum liggja undir fiktivu orðum t.d. sum ‘tilfeingisskattur’, ‘tilfeingisgjald’ ella ‘veiðugjøld’. Hetta eru pengar, sum verða nýttir til ovurnýtslu í almennu umsitingini.
Pengar vera hálaðir frá verkamonnum á sjónum til “lazy folks” til onga nyttu fyri føroyska samfelagið. Hetta er við at binda fólk at einari fiktivari inntøku heldur enn at nýta arbeiðsmegina, har tørvur er á henni.
Fiskimannafelagið hevur verið á fundi við fíggjarnevndina um eykaskattin, sum er lagdur á fiskimenn. Vit vístu á, at vit ikki góðtaka veiðugjøld, tí tað er beinleiðis inntriv í okkara hýru. Tað kann ongantíð vera rætt at lóggeva pengar frá einum verkabólki, meðan onnur ikki vera nevnd.
Tora ikki eftir fólksins ogn
Myndugleikarnir lata eygni aftur, tá ið teir skulu krevja inn fólksins ogn. Teir tora ikki eftir útbúgvingarrentuni, sum Føroya fólk eigur. Føroya fólk eigur og rindar fyri útbúgvingarnar, sum verða tiknar í Føroyum. Men tey, ið rinda, fáa lítið og onki burtur úr. Vinningurin fer í egnar lummar hjá teimum, sum nýta okkara útbúgvingar at ríka seg upp við.
Útbúgvingarrentan er løtt at rokna út: tað er ein prosentpartur av tí yvirnormalu lønini, sum er oman fyri vanliga tímaløn. Hetta roknistykkið er gjørt fleiri ferðir í øðrum samanhangum av búskaparfrøðingum, so tað er onki nýtt í hesum. Tað einasta, ið manglar, er, at myndugleikarnir gera sítt arbeiði fyri Føroya fólk. Men hava teir dirvi til tað?
Søgan hjá fiskimannafelagnum
Føroya Fiskimannafelag hevur nú fingið søguna undir tryggar umstøður. Vit hava gjørt avtalu við Tvøroyrar Skjalasavn um at hýsa skjølum o.ø. Skjølini eru framvegis ogn hjá Føroya Fiskimannafelag. Skjølini verða digitaliserað soleiðis, at tað verður lættari lesa søguna. Tað skuldi gjørt tað mikið lættari hjá granskarum, rithøvundum og fólki annars at lisið søgu okkara.
Altjóða samstarv
Føroya Fiskimannafelag hevur samstarv við fakfeløg uttanlands. Hetta samstarv verður nýtt til at kunna um viðurskifti innan fakfelagsrørsluna globalt. Soleiðis ber til í ávísum førum at hjálpa hvørjum øðrum. Vit eru partur av norðurlendskum samstarvi og hava limaskap í ITF er fyri flutningsfakfeløg úr øllum heiminum. Tað kemur okkum serliga væl við, tá ið vit skulu hava fatur á reiðaríum, sum eru undir radaranum í FAS-skipanini.
Vit havi í summar havt vitja av norðurlendskum fagfelagsumboðum, og eftir ætlan verður ein norðurlendsk ráðstevna í apríl í Føroyum.
Húsið
Í dag húsast Føroya Fiskimannafelag í ovastu hæddini á Bryggjubakka. Í næstum fara vit flyta niður í veghæddina omanfyri. Tað er komið fyri, at menn, ið eru illa gongdir, hava strítt seg upp ígjøgnum trappurnar. Hesum sleppa vit frá, tá ið vit flyta. Vit hava lyftu, men hon er ikki har sum inngongdin er, so nógv vita ikki av henni. Hetta innanhýsis átakið ger eisini, at fleiri fermetrar verða leigaðir út enn nú, og tískil verða leiguinntøkurnar eisini størri.
Faldarar
Føroya Fiskimannafelag hevur borið faldarar umborð á nógv skip, men er enn ikki komnið á mál. Faldarin lýsir felagið yvirskipað, um rættindi, tryggingar o.a. Tá ið menn koma í trupulleikar, eiga teir at venda sær til felagið.
Avsláttarkort
Føroya Fiskimannafelag hevur gjørt eitt avsláttarkort til sínar limir. Hetta er ein hjálp, nú prísstøðið er hækkað so nógv. Heimasíðan hevur yvirlit yvir, hvar tú kanst nýta kortið.
Tykkum verður ynskt eitt gott nýggjár – takk fyri!
Jan Højgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo