Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju og fara neyvan út fyri jól. Eitt frystilínuskip er við Grønland, eitt er á Føroya Banka, eitt er á Íslandsrygginum og so eru sjey á landgrunninum. Tey fiska mest tosk, longu, brosmu og so nakað av hýsu, blálongu og svartkalva.

Streymurin er hampuligur, men veðrið og at tað er síðsta vikan áðrenn jól ger, at tað ikki verður nógvur útróður. Fiskaríið er brúkiligt hjá bátunum. Teir fáa mest av hýsu og toski.

Bara ein djúpvatnstrolari hevur verið til fiskarí og kemur at landa mánadgin. Hann hevur fiskað svartkalva. Hinir liggja við bryggju og fara neyvan út áðrenn jól.

Fimm pør eru úti og helst landa tey flestu í vikuni og eitt eftir jól.  Fiskaríið er smáligt.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo