Jobmatch: Umleið eitthundrað fólk kunnu vænta at fáa bjóðað eitt ítøkiligt starv, eina uppgávu ella tilboð um starvsvenjing á Jobmatch komandi fríggjadag.
Sambært eftirmetingum, sum Jobmatch ger millum tey vitjandi á hvørjum ári, so svaraðu umleið 10% í 2012, at tey fingu nakað ítøkiligt bjóðað á Jobmatch. Hetta tal hevur verið støðugt vaksandi seinastu 10 árini. Í fjør var hetta talið knapt 20%. Sostatt fáa tvífalt so nógv vitjandi á Jobmatch bjóða nakað ítøkiligtí mun til 2012.
Í fjør vitjaðu umleið 500 fólk starvsstevnua. Um áhugin at vitja verður eins stórur í ár, so kunnu sambært hagtølunum, upp móti 100 fólkum vænta sær eitt ítøkiligt tilboð frá føroyska arbeiðsmarknaðinum á Jobmatch. Vanliga er býtið millum kvnnur og menn rættiliga javnt, og umleið 75% av teim vitjandi eru millum 23 og 38 ár.
Jobmatch verður fríggjadagin tann 29. desember í Norðurlandahúsinum. Tá fara 79 fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram fyri at koma á tal við føroyingar, sum sóknast eftur nýggjum avbjóðingum.
Til ber at skráseta seg og bíleggja Jobprát longu nú á jobmatch.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo