Hagstovan: Arbeiðsloysið var 0,7% í oktober, ið svarar til 223 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var eisini 0,7% fyri ári síðani.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í oktober vóru 256 persónar raktir av arbeiðsloysi.
Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo